Miðflokkurin vil upp í samgonguna

Men flokkurin vil hava málið um samkynt hjúnalag aftur á rætt spor, sum tey orða seg

– Vit vilja vera við í samgonguni.

 

Tað sigur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin.

 

Men hann leggur dent á, at málið um samkynt hjúnalag fer at fáa stóra ávirkan á, hvat samgongan ger við málið um samkynd hjúnalag.

 

Tað, hann sipar til, er, at hóast Løgtingið hevur samtykt at loyva samkyndum at giftast, er tað verri enn so endaliga samtykt enn. Málið skal nevniliga bæði fyri í danska Fólkatinginum og síðani aftur í Løgtinginum, áðrenn tað kann setast í verk.

 

– Vit vilja fegin upp í samgonguna, og har kunnu vit hjálpa samgonguni at fáa málið um samkynd hjúnalag aftur á tað rætta sporið. Men Miðflokkurin fer ikki í eina samgongu, sum loyvir samkyndum at giftast, leggur hann afturat.

 

Hann vísir á, at samkynt hjúnalag er ikki eitt mál hjá samgonguni, tí tað er eitt mál, fýra einstakar tingkvinnur hava reist. Og hóast málið krevur fleiri viðgerðir afturat, stendur tað onganstaðni, at tað er landsstýriskvinnan í familjumálum, Sirið Stenberg, sum skal gera tað.

 

– Tað einasta rætta er, at samgongan vísir málinum frá sær og letur tær fýra tingkvinnurnar arbeiða víðari við tí, uttan at blanda landsstýrið uppí, heldur Bill Justinussen.

 

– Landsstýrið eigur bara at arbeiða við málum, sum samgongan hevur samtykt at arbeiða við. Hetta er ikki eitt av teimum, og tí eigur landsstýrið ikki at blanda seg upp í.

 

Hann sigur, at Miðflokkurin er eisini sinnaður til at hjálpa samgonguni at yvirtaka familjumál frá donskum myndugleikum, og so kunnu vit gera okkara egnu lógir um borgarlig rættindi hjá føroyingum.

 

– Og kann tað prógvast, at einstakir bólkar í samfelagnum ikki hava ávís borgarlig rættindi, mugu tit taka tað upp tá.

 

Bill Justinussen sigur, at Miðflokkurin kann bjóða samgonguni støðufesti, skipað viðurskifti, og rættartrygd. Hann sigur, at flokkurin kann tryggja samgonguni, at einstakir tinglimir, sum enntá eru uttan fyri samgonguna, ikki sleppa at trumfa síni mál ígjøgnum uttan um landsstýrið.

 

Hann sigur, at tað hendi tvær ferðir, beint áðrenn løgtingið fór í summarfrí, har Løgtingið samtykti uppskot frá Sonju Jógvansdóttir, hóast landsstýriskvinnan á økinum, Eyðgunn Samuelsen, helt, at tað var óheppið, tí talan var um mál, hon arbeiddi við.

 

Bill Justinussen sigur eisini, at Miðflokkurin kann eisini hjálpa samgonguni við eini nýggjari fiskivinnuskipan.

 

– Men higartil mugu vit staðfesta, at samgongan hevur raðfest samkynd hjúnalag framum eina fiskivinnuskipan, sigur Bill Justinussen.