Miðflokkurin við samgonguni

Nú álitið til fíggjarlógaruppskotið verður skrivað, er Miðflokkurin saman við meirlutanum um álitið

Stríðið um fíggjarlógina fyri 2017 er í hæddini og í dag verða álitini skrivað.

 

Meirlutin í fíggjarnevndini, sum umboðar samgonguna, skrivar álit og saman við teimum er eisini Miðflokkurin. Hinir báðir andstøðuflokkarnir í nevndini, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, skriva egið álit.

 

Hvørki Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, og Bárður S. Nielsen, Sambandsflokkurin, halda, at teir yvirhøvur hava verið við til at viðgera uppskotið til fíggjarlóg.

 

Ruth Vang, Framsókln, og forkvinna í fíggjarnevndini, sigur, at ætlanin er, at fíggjarlógin skal vera endaliga samtykt í hesi vikuni