Miðflokkurin legði í morgun fram valskrá floksins í Kaffihúsinum á Bryggjubakka. Høvuðstátturin í valskránni er, at flokkurin fer á val sum mótsvar til "glíðibreytina", ið sitandi samgonga er endað á, sum Jenis av Rana, formaður floksins, málbar seg.
- Framtíðin sær ræðandi út, segði Jenis av Rana.
Í framløguni segði Jenis av Rana eisini, at glíðibreytin, sum flokkurin ávaraði ímóti, tá grein 266b var til viðgerðar og varð samtykt á sinni, hevur víst seg at passa, og avleiðingarnar av glíðibreytini eru meira víðfevnandi, enn nakar hevði ímyndað sær tá.
Endaligi listin hjá Miðflokkinum er ikki klárur enn, men Jenis av Rana sigur, at um 15 fólk eru á listanum í løtuni.
Jenis av Rana væntar at nøkur leggjast aftrat listanum, og tá avtornar, hevur listin væntandi 20 valevni.
Meira verður at lesa um valskrá Miðfloksins í Vikuskiftissosialinum, ið fæst til keyps í kvøld.











