Miðflokkurin stjórnarberandi

Miðflokkurin var tann flokkur, sum fann semjur í nú farnu CHE-samgonguni, og tí tann veruliga stjórnarberandi flokkurin, segði Bill Justinussen á landsfundinum Eftir formansfrágreiðingina, tók Bill Justinussen orðið á landsfundi Miðfloksins.

Hann nam við teir báðar politisku ásarnar í føroyskum politikki, nevniliga vinstra/høgra og samband/loysing. Hann helt, at fólk hava trupult við at seta Miðflokkin í bás.

Bill Justinussen nam eisini við triðja ásan, nevniliga um flokkarnir byggja á kristna grundsjónarmiðið ella ikki.

Hann kom eisini inn á ymisk aktuell politisk mál, eitt nú uppskotið hjá Tjóðveldi um at geva loyvi at bryggja sterkt í Føroyum.

Bill Justinussen tosaði eisini um munin á at siga í samgongu og andstøðu á tingi. Her kom hann inn á, hvussu Miðflokkurin vísti seg at vera tann veruliga stjórnarberandi flokkurin, og tann, sum fann semjur í CHE-samgonguni.