Miðflokkurin stillar upp í Havn

Sum tann seinasti flokkurin, lat Miðflokkurin inn listan til býráðsvalið í Havn, beint áðrenn freistin var úti týskvøldið. Flokkurin stillar upp 13 fólk

 

 

Listin sær soleiðis út:

1. Absalon Áargarð, politistur, Millum Gilja, Hoyvík

2. Svein Askildsen, sølu- og marknaðarleiðari Gæsugøta 14 Tórshavn

3. Vagn í Geil, húsasmiður, Reynstún 28, Argir

4. Janus Gunnarsson, arbeiðsmaður, í Homrum, Kollafjørður

5. Justinus Háskor, arbeiðsformaður, Niðaragøta 66, Hoyvík

6. Pól Hentze, lærari, Dalagøta 14, Tórshavn

7. Steindor Hjaltalin, servicumaður, Vípuvegur 9, Tórshavn

8. Álvur Kirke, goymslumaður, á Bø, Kaldbak

9. Jóhannus Poulsen, arbeiðstakari, Ovaragøta 36, Hoyvík

10. Jenis av Rana, lækni, Sóljugøta10, Tórshavn

11. Tróndur Skaalum, handilslærlingur Stoffalág 42, Tórshavn

12. Elin Tausen, handilskvinna, Bakkagøta 1a, Argir

13. Charlotta á Váli Olsen, pedagog, í Svanga 1, Tórshavn


Miðflokkurin hevur ongantíð havt umboð valt í Tórshavnar býráð. Men tingmaður floksins, Jenis av Rana, sat í býráðnum eitt longri skifti fyri Petur í Gongd á Borgaralistanum valskeðið 1992-96.

Eygleiðarar høvdu roknað við, at flokkurin fór at stilla upp Svenning av Lofti, evangelist, sum hevur umboðað flokkin í Tórshavnar Skúlaráð, men hann er ikki á listanum. Hann er tó stillari hjá flokkinum.

Fyri at fáa umboð valt í Tórshavnar býrá krevst, at listi fær um 950 atkøvður - um øll fara á val, væl at merkja.