Í tíðindastkrivi sigur Miðflokkurin, at flokkurin seinastu valini hevur tikið aktivt lut í fólkatingsvalstríðum, men hóast greið ynski um at sleppa út um landoddarnar við politikki floksins má ásannast, at veljarin vil - og velur øðrvísi. Og einki bendir á, at útlitini fyri at aðrir enn teir fýra stóru flokkanir enn einaferð fara at dystast um fólkatingssessirnar, eru broytt.
Og flokkurin heldur fram:
»Miðflokkurin byrjaði longu fyri góðum ári síðani sínar fyrireikingar til løgtingsvalið, og vit hava gjørt av heldur at miðsavna okkum enn meira um hesa alneyðugu uppgávuna. Aðalmálið er at venda samfelagskósini inn aftur á trygga grund og byggja upp tað, ið er farið fyri skeytið seinasta valskeiðið.
Fyrsta stigið verður tí at fáa politisku skipanina, sum í løtuni er løgd í dvala, til lívs aftur sum skjótast, tí einki samfelag megnar at liggja óvirkið í mánaðir, bert tí flokkar ikki tora eitt løgtingsval.
Tí heitir flokkurin í hesari fráboðan á løgmann um beinanvegin at skriva út val til Løgtingið, eitt val sum, til fyrimun fyri øll, kundi verið sama dag sum fólkatingsvalið 6. juni.«











