Miðflokkurin fer ikki at stilla upp til fólkatingsvalið, sum verður grundlógardagin, mikudagin 5. juni. Tað hevur leiðslan í Miðflokkinum tikið avgerð um í dag.
Flokkurin staðfestir í einum skrivi beint nú, at seinastu valini hevur flokkurin tikið lut í fólkatingsvalstríðum, men hóast greið ynski um at sleppa út um landoddarnar við politikki floksins, má ásannast, at veljarin vil- og velur øðrvísi.
– Og onki bendir á, at útlitini fyri at aðrir enn teir fýra stóru flokkanir enn einaferð fara at dystast um fólkatingssessirnar, eru broytt.
– Miðflokkurin byrjaði longu fyri góðum ári síðani sínar fyrireikingar til Løgtingsvalið, og vit hava gjørt av heldur at miðsavna okkum enn meira um hesa alneyðugu uppgávuna, sigur Miðflokkurin.
Tey siga, at aðalmálið er at venda samfelagskósini inn aftur á trygga grund og byggja upp tað, ið er farið fyri skeytið seinasta valskeiðið, sum tey málbera seg.
Tey siga, at fyrsta stigið verður tí at fáa politisku skipanina, sum í løtuni er løgd í dvala, til lívs aftur sum skjótast, tí einki samfelag kann liggja óvirkið í mánaðir, bert tí flokkar ikki tora eitt løgtingsval.
Tí heitir flokkurin nú á løgmann um beinanvegin at skriva út val til Løgtingið, sum kundi verið sama dag sum fólkatingsvalið 5. juni, tí tað hevði verið ein fyrimunir fyri allar partar, sigur Miðflokkurin.











