Ongin ivi tykist vera um, at fyrrverandi tjóðveldismaðurin, Karsten Hansen, verður nýggi atkvøðuslúkurin í Miðflokkinum Hann fer at fáa fleiri enn 1.000 atkvøður á valinum 19. Januar.
Men tað er kanska uppaftur meiri merkisvert, at Jenis av Rana má óttast um sítt politiska lív.
Um ikki Miðflokkurin fær tríggjar tinglimir, so má floksformaðurin rokna við at rúka út úr løgtinginum. Jenis fær einans á leið 200 atkvøður, meðan Bill Justinussen fær umleið 400 atkvøður.
Hinvegin er neyvan nakar, ið kann hótta triðjaplássið hjá Jenisi av Rana. Hvørki Tordur Niclasen ella Egin Henriksen tykjast koma upp um 100 atkvøður.
Grundarlagið fyri tølunum er framvegis avmarkað og skal einans síggjast sum ein fyribils forsøgn. Hóast fyrilit eru tikin fyri geografiskum skeivleikum, so kunnu nógv »lokal« hol vera í kanningini. Tó verður mett við stórari vissu, at løgtingslimirnir hjá Miðflokkinum verða at finna millum tey, ið nevnd er í grafinum omanfyri. Tølini verða gjøgnum valkvøldið útskift við upptaldum tølum, og sum valkvøldið líður, fer forsøgnin tí at gerast alsamt neyvari.
Greinskrivarar: Regin Reinert, hagfrøðingur, og Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur