- Um vit stuðla, verður tað sum ein fullverdugur samgonguflokkur, sum ger nakrar avtalur við tað, sum er eftir av samgonguni, og sum fær sína umboðan í landsstýrinum. Tað sigur Jenis av Rana við Rás 2.
Formaðurin í Miðflokkinum vil ikki peika á nakran landsstýrissess, sum flokkurin hevur serligan áhuga í at fáa.
- Alt er opið. Miðflokkurin sær seg føran fyri at virka á øllum økjum. Vit hava nógv góð fólk at velja í, sigur Jenis av Rana, sum er sinnaður at loysa fleiri av stórmálunum, sum eru ávegis í Løgtingið.
Miðflokkurin skal fundast endaliga við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin seinnapartin.
Flokkurin hevur longu havt fund við politiska baklandið fyrradagin.
- Tá gjørdu vit av, at um vit skulu samstarva við samgonguni, verður tað sum ein partur av henni. Vit ætla ikki at stuðla einari vaklandi samgongu frá máli til mál. Vit ynskja ávirkan og at taka ábyrgd, sigur Jenis av Rana.