Miðflokkurin hevur nú klagað Aksel V. Johannesen, løgmann, fyri landsstýrismálanevndini.
Í eini fráboðan í kvøld sigur Miðflokkurin, at tey klaga løgmann, tí hann hevur tikið avgerð um, at grein tvey í stykki 14 í hjúnabandslógini, er yvirtikið.
Hetta er tann lógin, sum skal setast úr gildið fyri at samtyktin um samkynd hjúnalag kann setast í gildi í Føroyum.
Tá ið Løgtingið samtykti at loyva samkyndum at giftast, var tað við teirri treyt, at stykki tvey í grein 14 í hjúnabandslógini varð strikað.
Hetta er tann lógargreinin sum sigur, at hjún, sum eru borgarliga vígd, kunnu fáa hjúnabandið vælsignað í kirkju.
Og fyri at forða fyri, at samkynd hjún komu inn um kirkjugátt, samtykti Løgtingið at stykki tvey í grein 14 skal strikast áðrenn samkynd sleppa at giftast.
Síðani hevur stríð verið um, hvør hevur heimildina. Mentamálaráðið, sum hevur myndugleikan, sigur, at hetta er ein partur av hjúnabandslógini, og tí er tað ikki yvirtikið.
Danska stjørnin sigur, at føroyingar hava yvirtikið kirkjuna og tí er akkurát hetta ein partur av kirkjuni og tí er tað føroyingar, sum skulu taka støðu - og løgmaður hevur kunngjørt, at hann er samdur við donsku stjórnini.
Tí fer Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at avtaka stykki tvey í grein 14 í hjúnabandslógini.
Men hetta hóvar Miðflokkinum so illa, at tey kæra nú løgmann fyri Landsstýrismálanevndini.
– Við hesum setur løgmaður seg yvir fólkavalda og lóggevandi vald føringa og stýrisskipanin okkara, sum í grein 46 nágreinar, at mál bert kunnu yvirtakast sambært løgtingslóg, sigur Miðflokkurin í kæruni.
– Hvørki stýrisskipanin ella aðrar lógir heimila løgmanni ella løgmanni og donskum myndugleikum at taka avgerðir um yvirtøkur, leggja teir afturat.
Tey siga, at tað eru heldur ongar lógarheimildir, ið geva løgmanni, ella øðrum myndugleikum, rætt at tulka ikki yvirtikin mál til at vera yvirtikin.
– Slíkar royndir at trumfa sín vilja ígjøgnum eru óhoyrdar í okkara demokratiska heimsparti og mugu metast at verða tað nærmasta vit í Føroyum eru komin valdsmisnýtslu, heldur flokkurin fram.
Midflokkurin heitir tí á landsstýrismálanevndina um at kanna og lýsa málið út í æsir, »so øllum gerst greitt, at løgmaður her hevur sett seg yvir løgtingið og harvið hevur forbrotið seg móti evsta valdi føringa«, sum tikið verður til.