Miðflokkurin hevur álit á løgmanni

Anfinn Kallsberg nýtist ikki at hava óttað fyri, at Miðflokkurin fer at taka undir við einum misáliti á løgmann. Flokkurin sigur tvørturímóti, at Anfinn Kallsberg er ein virðiligur løgmaður.

Anfinn Kallsberg í dag, er ikki Anfinn Kallsberg fyri 25 árum síðan. Hetta er ein av niðurstøðunum, sum Miðflokkurin er komin til, eftir at hava lisið bókina, Skjót journalistin.
? Bókin um fortíðina hjá løgmanni gevur mær einki nýtt. Eg eri fullkomiliga samdur við løgmanni, at málið um fortíðina á Frostvirkinum varð avgreitt, tá sonevnda notatið varð undirskrivað. Hann gjørdi nakað galið tá, og málið varð avsluttað við notatinum, sum allir involveraðir partar undirskrivaðu, sigur Jenis av Rana.

Ongar avleiðingar
Løgtingsmaðurin hjá Miðflokkinum sigur, at flokkurin hevur tosað saman innanhýsis um málið, og er komin fram til, at bókin eigur ikki at hava nakrar avleiðingar fyri løgmann. Spurrningurin um at taka undir við einum møguligum misáliti á løgmann, kemur slettis ikki upp á tal, sigur Jenis av Rana.
? Tann Anfinn, vit kenna í dag, hava vit fult álit á. Vit hava góðar royndir við honum sum løgmanni, og eg haldi at Føroyar hava ein virðiligan løgmann, sigur tingmaðurin hjá Miðflokkinumm.

Skilir ikki Fólkaflokkin
Jenis av Rana sigur seg ikki skilja, hví tingbólkurin hjá Fólkaflokkinum skuldi leika so nógv í fyri góðari viku síðan, tí bókin kemur eftir hansara tykki ikki fram við serliga nógvum nýggjum avdúkingum. ?Er tað nakar sum hevur ein trupulleika í dag, so er tað tingbólkurin hjá Fólkaflokkinum. Teir skaptu óneyðugu stóra øsing um málið, heldur Jenis av Rana.
Jenis greiðir frá, at hann fyri langari tíð, síðan hevur spurt seg fyri um fortíðina hjá løgmanni, og avdúkingarnar í bókini, Skjót journalistin, eru ikki nakað, sum hann ikki visti frammanundan.

Hjartasuff
Tingmaðurin hjá Miðflokkinum hevur eitt hjartasuff vent ímóti báðum journalistunum, Grækarisi Magnussen og Øssuri Winthereig. Hann heldur, at ein týdningarmikil smálutur manglar í bókini. Hann hevði kunnað hugsað sær, at rithøvundarnar kundu greitt nærmari frá, um Anfinn Kallsberg, sum bókhaldari á Frostvirkinum, flutti sær sjálvum pening við persónligum vinningi fyri eyga ella ikki.
? Í hesum tíðum, har vit hava hoyrt nógv um Arctic Viking og útgjald av vinningsbýti, hevði eg gott tonkt mær at fingið at vita um Anfinn rindaði sær sjálvum pening. Eg vænti, at rithøvundarnir hava kannað spurningin og funnið fram til, at so ikki var. Eg haldi bara at teir kundu nevnt tað í bókin. Tað er bara eitt kritikkpunkt frá mær um, at arbeiðið í hesum førum ikki er nóg gott gjørt, sigur Jenis av Rana