Miðflokkurin heitir í dag á landstýrið, um at hækka prísin av rúsdrekka, og á hendan hátt fíggja eykajáttanina, sum fíggjarmálaráðharrin hevur borðið í Løgtingið. -Við at hækka prísin á rúsdrekka verður óneyðugt við eykajáttan úr landskassanum, og samstundis fáa nógvar føroyskar familjur eina góða jólagávu frá landsstýrinum, sigur Miðflokkurin í almennum skrivi til landstýrið í dag.
Hósdagin bar fíggjarmálaráðharrin uppskot í Løgtingið, har landsstýrið biður tingmenn játta eyka pening til rúsdrekkasøluna - 1.5 mió krónur.
-Orsøkin til undirskotið er ov lágir prísir, sigur Miðflokkurin í dag.
-Til teirra, sum siga at orsøkin er krav landsins at rúsan gevur yvirskot, er at siga, at rokna vit útreiðslur landsins av rúsdrekkaávum ( tvs. sjúkur, skaðatilburðir,óarbeiðsføri v.m, v.m. v.m.), so skyldar rúsdrekkasølan landskassanum risaupphæddir, sigur Miðflokkurin.
-Áheitan Miðfloksins á landsstýrið er at taka aftur umsóknina um eykajáttan til rúsuna. Harvið fær leiðsla teirra greiðu boðini, at manglandi peningurin skal finnast við at hækka prísir. Rætta løtan er júst nú, áðrenn jólasølan byrjar, tí harvið tálma vit eisini søluni. Ein slík avgerð vil geva mongum føroyskum familjum kærkomna jólagávu, eina rúsfría høgtíð, sigur Miðflokkurin.










