Jenis av Rana og Bill Justinussen verða báðir verðandi í samgonguni.
Tað er avgjørt á leiðslufundi í flokkinum í gjárkvøldið.
Á fundinum skuldi flokkurin taka støðu til samstarvið í samgonguni framyvir og har er niðurstøðan, at flokkurin skal verða verandi í samgonguni.
Jenis av Rana hevði annars ávarað um, at hann fór úr samgonguni, varð uppskotið um at skerja ALS, samtykt.
Hann kundi heldur ikki góðtaka, at tað stendur í játtanarkarmunum, at samgongan ætlar at hækka pensjónsaldurin næsta ár og at játtanin til útbúgving verður skerd.
Men áðrenn Løgtingið fór til hús í hóskvøldið, hevði tað bæði samtykt at skerja ALS tað hevði samtykt játtanarkarmarnar óbroyttar.
Kortini gjørdu teir báðir tinglimirnir í Miðflokkinum av at atkvøða ímóti at skerja ALS.
Fingið lyfti
Jenis av Rana sigur, at orsøkin til, at flokkurin verður verandi í samgongu, er, ávaringin frá honum hevur hjálpt, tí tað fekk samgonguna at snara meiri tann sosiala vegin.
- Allir politikarar hava nú tikið frástøðu frá ætlanini at hækka pensjónsaldurin, sigur Jenis av Rana.
- Hinvegin hava vit í Miðflokkinum fingið lyfti um, at reglan um bíðidagar í ALS skal nágreinast í eini kunngerð, so at tað ikki rakar tey, sum ætlanin ikki var at raka.
- Bíðidagarnir eru settir í verk fyri at forða fyri misbrúki, har fólk ferðast inn og út úr ALS, men nú skulu reglar gerast, so at tað ikki eisini rakar tey veruliga arbeiðsleysu.
- Vit hava eisini fingið lyfti um, at loftið fyri inngjaldi skal hækkast upp ígjøgnum.
Tá ið inngjaldið varð 1%, rindaði ongin inn í ALS av inntøku omanfyri 650.000 krónur.
Men nú inngjaldið hækkar upp í 1,25%, verður øll inntøka omanfyri 520.000 krónur frítikin fyri at rinda inn í ALS.
- Vit hava fingið lyftið um, at tað hámarkið skal hækkast upp í milliónaklassan so at øll í veruleikanum rinda til ALS av allari sínari inntøku.
Hann heldur ikki, at nakað løgið er í, at Løgtingið tekur støðu til, hvussu korini hjá teimum arbeiðsleysu skulu vera.
Heldur inni enn úti
Jenis av Rana sigur, at Miðflokkurin ásannar, at hann ger meiri nyttu í samgonguni enn uttanfyri.
- Tí lurti eg eisini eftir teimum, sum halda, at vit eiga at síggja tíðina ann.
Og tað merkir, at telvingin um fíggjarlógina í heyst verður avgerandi fyri, um Miðflokkurin verður verandi í samgonguni, tí fremur samgongan skerjingar tá, sum Miðflokkurin ikki kann góðtaka, er støðan ein onnur og so fer flokkurin at taka støðu til samgonguna av nýggjum.
Tú hevur boðað frá, at tú fert úr samgonguni, um so var, at viðurskiftini hjá Arbeiðsleystum versna. Nú er greitt, at tey fara at versna. Hevur tú ikki sett títt trúvirðið í vanda við ikki at fara úr samgonguni?
- Tað kann vera, at eg havi skatt mítt trúvirðið. Men úr samgonguni kunnu vit altíð fara, tí tað er nógv tað lættasta. Men eitt sjónarmið er so tað, at vit gera størri nyttu innanfyri, har vit kunnu forða fyri, at politikkurin verður alt ov ósosialur, sigur Jenis av Rana.
Les eisini greinina: Jenis av Rana grætur rossatár um arbeiðsleys.










