Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, vísir ikki aftur, at flokkurin fer at stuðla samgonguni, um Javnaðarflokkurin tekur seg aftur. - Men vit seta krøv, um tað verður ein møguleiki, staðfestir Jenis av Rana.
Jenis av Rana, Bill Justinussen og Karsten Hansen, tingmenn fyri Miðflokkin, verða í øllum førum ikki partar av samgonguni, um Kaj Leo Johannesen framhaldandi verður løgmaður, og Rósa Samuelsen heldur fram sum landsstýriskvinna í almannamálum.
Samgongusemjan millum Sambandsflokkurin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin er ikki longur ein semja.
Javnaðarflokkurin hevur heitt á løgmann at gera greitt, hvørt hann og Sambandsflokkurin vilja fyrilitarleysan borgarligan sparipolitikk saman við Fólkaflokkinum ella at taka neyðug stig fyri at tryggja føroyska vælferðarsamfelagið saman við Javnaðarflokkinum.
Javnaðarflokkurin vil ikki, at kostnaðurin av lønarvøkstrinum hjá almennu fakfeløgunum skal kosta vælferðartænastur, hóast avtalan er, at lønarkarmurin skal ikki økjast.
Fer Javnaðarflokkurin at taka seg úr samgonguni av hesum málinum, er Miðflokkurin til reiðar at stuðla samgonguni. Men tað verður hinvegin ikki ein møguleiki, um Kaj Leo Johannesen og Rósa Samuelsen varðveita sínar sessir.
- Kaj Leo Johannesen hevur sitið í samgongu seinastu sjey árini, og hann hevur verið løgmaður síðan 2008. Hann heldur fram at billa fólki inn, at tað stendur væl til, hóast tað ikki er veruleikin. Rósa Samuelsen hevur ført vanvirðiligan politikk á eldraøkinum, og vit taka als ikki undir við avgerðunum, hon hevur tikið sum landsstýriskvinna, sigur Jenis av Rana, formaður, sum ger greitt, at hann hevur onga áheitan fingið.