Tað er Miðflokkurin, sum fer at gera av, um vit skulu hava eitt høgrastýri ella eitt vinstrastýri í Føroyum.
Tað er niðurstøðan av veljarakanningini, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin. Kanningin gevur Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum tilsamans 15 tingsessir, og Tjóðveldisflokkinum, Javnaðarflokkinum og Framsókn 16 tingsessir. Miðflokkurin fær tveir tingsessir, og tí hevði tað verið Miðflokkurin, sum hevði gjørt av, hvør skuldi stýrt, um val var í dag.
Jenis av Rana hevur fleiri ferðir hótt samgonguna, sum hann heldur vera ov víðgongda, samstundis sum hin tingmaður floksins, Bill Justinussen, ikki dylur fyri, at hann trívist betri í eini samgongu við Fólkaflokkin og Sambandsflokkin enn Javnaðarflokkin og Tjóðveldi.
Sambært kanningini tørva Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum tveir sessir afturat sær – og teir hava teir í samgonguni við Miðflokkin.
Men velur Miðflokkurin at skifta síðu, so verður tað andstøðan, sum fær meirilutan. Og av andstøðuflokkunum eru Tjóðveldi størsti flokkur, so nátúrliga skuldi Høgni Hoydal blivið løgmaður.
Enn hava bara Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin havt løgmann í Føroyum. Hóast Tjóðveldi hevur verið í samgongu sum størsti flokkur, hevur hann verið noyddur at latið løgmanssessin fyri at koma í samgongu.
Niðurstøðan av hesi kanning er, at hóast samgongan gongur nógv aftur, so fótar hon sær kortini í mun til seinastu kanning í juli og vinnur aftur meiriluta á tingi – serliga tí at Fólkaflokkurin vinnur seg 3,9 prosentstig fram í mun til seinstu kanning.
Men var val í dag, so var tað Miðflokkurin sum gjørdi av, um vit skuldu til høgru ella til vinstru.