Skeinking
Tað verður trupult hjá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í Vinnumálum, at fáa undirtøku í samgonguni fyri teimum ætlanum hann hevur um at broyta rúsdrekkalógina.
Tað er greitt longu nú, áðrenn málið er komið til viðgerðar.
Tann eini samgonguflokkurin, miflokkurin, hevur nevniliga longu gjørt greitt, at hann tekur ikki undir við beroytingunum.
?Miðflokkurin tekur ikki undir við at broyta rúsdrekkalógina soleiðis at tað verður frælsari at fáa skeinkiloyvi, sigur Jenis av Rana, tingmaður floksins.
Tingmaður floksins sigur at hann tí hevur heitt á løgmann at taka málið upp til viðgerðar í samgonguni, tí miðflokkurin vil eisini hava ymsar brytingar í rusdrekkalógini.
Gera tað ólógliga lógligt
Jenis af Rana heldur lítið um grundgevingarnar fyri at broyta rúsdrekkalógina.
?Ein grundgeving er, at tað verður skonkt ólógliga, tá ið ymisk tiltøk eru. Men ístaðin fyri at hava neyðugt eftirlit við lógina, ætlar landsstýrismaðurin bara at laga lógina til so at tað ólógliga verður lógligt og tað taka vit als ikki undir við.
? Vit halda ikki, at tað er er nøkur loysn. Vit eiga heldur at syrgja fyri, at lógin verður hildin.
Heldur enn at laga rúsdrekkalógina til, vil miðflokkurin tískil hava økt eftirlit við, at lógin verður hildin.
Hvussu tað skal gerast, hevur hann eisini eitt uppskot um.
? Tað tykist ikki sum um tann danski fútin í Føroyum er serliga áhugaður fyri at syrgja fyri at føroyskar lógir verða hildnar.
?Spurningurin er tí, um tað ikki hevði borið til at víðka heimildina hjá loyvisnevndini, so at hon eisini fekk myndugleika til at hava eftirlit við, at rúsdrekkalógin verður hildin, sigur Jenis av Rana.
Sostatt tekur miðflokkurin ikki undir við, at tað skal vera lættari at fáa skeinkiloyvi til einstøk tiltøk. heldur vil flokkurin hava skerpað eftirlit við rúsdrekkalógini.
Annars vil flokkurin eisini hava tað steðgað, at bryggjaríðini sjálvi sleppa at selja øl.
? Vit halda at ikki at bryggjaríini skulu sleppa at selja øl, tí tað er einans Rúsdrekkasøla Landsins sum skal hava loyvi at selja øl og rúsdrekka.
Hinvegin er flokkurin samdur um, at privatar veitslur ikki skulu verða umfataðar av rúsdrekkalógini.
? Hvat fólk gera tá ið tey halda veitslur, kunnu vit ikki leggja okkum út í, sigur Jenis av Rana.
Lættari og einfaldari
Sum vit greiddu frá í Sosialinum fyrr í vikuni, ætlar Bjarni Djurholm at broyta rusdrekkalógina og hann hevur eisini lagt eitt uppskot fyri samgonguflokkarnar um, hvørjar broytingar, hann kundi hugsað sær.
Hann ætlar, at hereftir skal tað í ávísum førum verða lættari at fáa loyvi at skeinkja í Føroyum, samstundis sum ætlanin er at gera rúsdrekkalógina smidligari at umsita, enn hon er nú.
Eitt endamál við við broytingunum er eisini at fáa skipað viðurskifti á økjum, har tað í dag verður skonkt undir óskipaðum viðurskiftum og við ongum eftirliti.
Tí heldur hann, at tað skal bera til at fáa skeinkiloyvi til ávís tiltøk.
Tað er ikki loyvt í løtuni, men verður kortini gjørt uttan loyvi og uttan eftirlit, staðfestir Bjarni Djurholm og sosttat tálmar lógin ikki nýtsluni.
Og nú ætlar landsstýrismaðurin eisini, at tað skal verða loyvt at skeinkja í privatum veitslum, sum verða hildnar í bygdar- ella samkomuhúsum og har tey, sum halda veitsluna, sjálvi skipa fyri skeinking og borðhaldi.
Tað er tað nevniliga ikki eftir galdandi rúsdrekkalóg uttan so, at bygdarhúsið ella samkomuhgúsið hava skeinkiloyvi á jøvnum føti við gistingarhús og matstovur.
Landsstýrismaðurin heldur ikki at aldargamli siðurin, har fólk sjálvi leiga høli at halda brúdleyp og aðrar veitslur í, og har tey sjálvi syrgja fyri borðreiðing, mati og drekka, eigur at verða fevndur av rúsdrekkalógini.
?Slíkar veitslur eru privatar og av slíkum slagi, at tær einsvæl kundi verið hildnar heima, um pláss var. Tá ið skonkt verður á slíkum veitslum, eigur tað tí heldur ikki at koma undir rusdrekkalógina, sigur Bjarni Djurholm.