"Beint nú er Miðflokkurin farin av samgongusamráðingunum fyri at fundast innanhýsis. Hinir formenninir sita og bíða eftir Jenis av Rana, sum er farin at fundast við flokkin hjá sær..."
Tað visti heimasíðan hjá Kringvarpinum at siga fyri løtu síðan.
Lagt verður aftrat, at sum skilst av Gamla Apoteki, vil Miðflokkurin hava broytingar í flatskattaskipanini, og eftir øllum at døma vil flokkurin hava hægri skatt fyri hægri inntøkurnar, enn lagt er upp til í samgonguskjalinum í løtuni.
"Jenis av Rana sat á fundi saman við Kaj Leo Johannesen, Jørgeni Niclasen og Kára P. Højgaard, tá hann brádliga fór av fundi og upp á loft, har alt tað politiska baklandið hjá Miðflokkinum er savnað. Formaðurin í Miðflokkinum var álvarsamur og vildi einki siga við tíðindafólk...", skrivar Kringvarpið.
Eftir ætlan skuldi fundurin millum formennirnar takast upp aftur umleið klokkan 01 í nátt.