Í fleiri bygdum og býum nærhendis Basel í Sveis sluppu fólk ikki út fyri dyr. Í bygdini Roche fór áin Eau Froide langt upp um áarbakkarnar, og tá myndugleikarnir bóru ótta fyri, at vatnið skuldi taka summi hús av grundini, vórðu umleið 80 fólk flutt burtur haðani.
Á Basel-leiðini og aðrastaðni í Sveis legði tað nógva vatnið at kalla alt samferðslukervið lamið, og myndugleikarnir noyddust eisini at steðga skipaferðsluni á Rhinen-ánni, tí skip sluppu ikki inn undir brúgvarnar í Basel.
Týsku megin markið var støðan lítið mætari, og í Baden-Württenberg hava áirnar sjáldan verið so stórar sum nú hesa tíðina á árinum.
- Tað er heilt óvanligt, at tað regnar so illa her hesa ársins tíð, sigur týski veðurfrøðingurin Andreas Wagner við tíðindastovuna DPA.
Tað eru ikki bara Sveis og Týskland, sum eru plágað av óvanliga nógvum regni í hesum døgum. Í Milano í Italia og á Barcelona-leiðini í Spania stóðu fleiri gøtur undir í vatni í gjár.










