Á miðdegi fáa vit helst at vita um vit fáa verkfall

Seint í gjárkvøldið varð eitt semingsuppskot lagt fyri arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið

 

 Á miðdegi í dag fáa vit helst at vita um arbeiðarafeløgini fara í verkfall, ella um arbeiðsgevararnir lýsa verkbann, so at verkafólk ikki sleppa til arbeiðis.

 

Klokkan ellivu í gjárkvøldið løgdi semingsmenninir nevniliga eitt semingsuppskot fyri arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevararnar, og partarnir hava freist til á miðdegi í dag at svara semingsmonnunum.

 

Arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir hava samráðst í fleiri vikur og sáttmálin er útsettur fleiri ferðir. Men fyri eini viku síðani kom semingsstovnurin upp í og hann útsetti eitt verkfall til á midnátt í gjárkvøldið.

 

Tað er serliga spurningurin um lønarhækkingina, sum skilur partarnir tí arbeiðarafeløgini hava gjørt greitt, at tey vilja hava eina lønarhækking, sum gevur teimun lut í stóru framgongdini í samfelagnum. Tey vilja eisini hava reglur, sum tryggja, at fólk kunnu ikki sigast úr starvi av ósakligum orsøkum.

 

Góðkenna fakfeløgini ikki semingsuppskotið, kunnu tey kortini ikki fara í verkfall fyrr enn um 48 tímar, ella í fyrsta lagi á miðdegi mánadagin, tí tey hava eina fráboðanarskyldu upp á 48 tímar.

 

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at hetta er tað skotið, semingsmenninir hava í byrsuni. Men hann vísir kortini á, at samráðingarnar enda ikki, fyrrenn semingsstovnurin sigur, at nú enda tær.

 

Men tað merkir, at verður semingsuppskotið ikki samtykt, er ógvuliga sannlíkt, at tað verður verkfall ella verkbann.