Klaksvík:
Arbeiðið við at fylla út við Sandin gongur skjótt. Tað byrjaði mikudagin í farnu viku, og beinanvegin sást fyrsta broytingin.
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at útfyllingararbeiðið fer at halda fram hesa vikuna afturat, men so fer Norðoyatunnilin í feriu í tríggjar vikur, og tá kemur onki grót.
? Tað kemur sostatt ein steðgur í arbeiðið nú, men vit vænta, at einir 7.000 rúmmetrar verða fyltir út afturat, áðrenn farið verður í feriu, sigur borgarstjórin.
Arbeiðið byrjar so aftur aftan á ólavsøku.
Handilsmiðstøðin ikki slept
Hóast røddir hava verið frammi um, at ætlaða handilsmiðstøðin, sum skuldi byggjast har, sum fylt verður, er slept, so sigur borgarstjórin, at tað er ikki heilt rætt.
? Ætlanin er ikki slept heilt. Eg kann bara siga so mikið sum, at tað verður arbeitt við henni enn, sigur Steinbjørn, sum tó ikki vil koma nærri inn á hetta málið í løtuni.
Tað verður fylt út meira enn ætlað vestarumegin. Hetta kemur av, at eitt arbeiðsøki má verða til byggingina av handilsmiðstøðini.
? Tá hon er liðug, verður alt tað tikið uppaftur og nýtt aðrastaðni. Men vit mugu gera tað soleiðis, tí eitt arbeiðsøki verður alneyðugt í sambandi við miðstøðina, greiðir Steinbjørn frá.
Bingjupláss
Tað er ikki bara við Sandin, at tað verður fylt út í hesum døgum. Við Norðborg á vestaru bryggju hevur eisini dúgliga verðið fylt út í seinastuni, og væntar borgarstjórin, at tá tað arbeiðið er liðugt, verður eitt øki upp á millum 4.- og 5.000 fermetrar til bingjur og annað.
? Vit hava eisini givið út tvey byggiloyvi har, men tey koma at byggja heilt niðan móti bakkanum, so har verður munandi betur pláss, tá arbeiðið er liðugt, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Longi hevur verið trongligt á vestaru bryggju í Klaksvík, men um ikki so langa tíð, verður nýggja bingjuplássið klárt at taka í nýtslu.
Steinbjørn sigur at enda, at við vilja verður ikki fylt so langt út á vánna, so at ein møguligur kaikantur kann gerast har, um tað verður neyðugt.