Miðbýurin Spírar

Tað er nógv lív í býnum í Havn hesa vikuna.

Eftir ein langan, myrkan og kaldan vetur, er summarið í nánd. Lýðka er í luftini, og hosti og vetrarkrím eru skjótt gloymd. Tjúkkir jakkar, heitir stivlar og húgvur verða løgd burtur, og vármótin ger enn einaferð innrás.

 

Fuglasongur hoyrist aftur og ein løta á trappuni í Vágsbotni við einum kaffimunni ella onkrum svalandi ella perlandi eru skjótt ein møguleiki og veruleiki aftur.

 

Eins og trøini spíra og blómurnar spretta, birtast dreymar og ynski, um lættar kjólar og litríkar troyggjur. Frítíðarlønin er bert nakrar dagar burtur, klokkan er flutt fram, og innara várið bjóðar vælkomið. Hetta fara vit at hátíðarhalda í høvuðsstaðnum.

 

Handlar í býnum og á Hálsi hava leingi opið við hópum av góðum tilboðum. Kom í várhýr saman við okkum hóskvøldið 29. apríl og leygardagin 1. mai, tá handlarnir hava opið til ávikavist kl. 21 og kl. 18.

 

Í SMS hevur man í kvøld opið heilt til klokkan 22, og har hava handlarnir nógv góð tilboð, eins og tað verður skipað fyri ymiskum undirhaldi.