Stríð hevur tikið seg upp um eitt byggiloyvi Úti í Bakka í Havn.Tórshavnar Býrað hevur givið einum privatmanni loyvi at byggja sethús á eina neystagrund, sum kommunan eigur. Maðurin skuldi leiga grundina. Hinvegin hevur Løgmansskrivstovan steðgað hesum, tí tað er í stríð við byggisamtyktina.
Serlig byggisamtykt er fyri Reyn, ið er býtt í ymisk øki, og matrikkulnummarið, talan er um, er ætlað almennum stovnum og skrivstovum.
Heðin Mortensen, formaður í Byggi- og Býarskipanarnevnd Tórshavnar Býráðs sigur, at har bíða tey eftir svari úr landsstýrinum, tí málið liggur hjá Kommunala Eftirlitinum.
Fundur skuldi vera í nevndini mánadagin, men var hesin útsettur til seinni í vikuni.
Býráðið hevur sent Kommunala Eftirlitnum bræv við frágreiðing um málið og bíðar nú eftir svarið.
Lív í aftur
Spurdur, um býráðið er sinnað at gera broyting í samtyktina, sigur Heðin Mortensen, at tað er júst úr hesum ætlanum, at málið er sprottið. Hann minnir eisini á, at broytingar áður eru komnar fyri.
Hann metir, at tað er av stórum týdningi, at fáa lív í aftur Miðbýin og økið á úti á Reyni og at fáa fólk at búgva har.
- Lív skal í aftur Tinganes. Best er við so fáum almennum stovnum, sum gjørligt, tí almennir stovnar lata aftur klokan 16, og so er myrkt. Miðbýurin verður sovibýur. Hinvegin eigur málið at vera at fáa hetta til eitt øki, hart fólk búgva og børn spæla og vaksa upp, metir Heðin Mortensen.
Gott hugskot
Heðin Mortensen arbeiður við hugsanum og uppskoti um, at niðasta hædd í bygningum í miðum býnum í Havn, skulu hýsa handlum og matstøðum.
- Hetta er einasta loysn, skal býarparturin ikki sovna, heldur Heðin Mortensen.
Um ávísa málið Úti í Bakka sigur hann, at talan er um eitt neyst, eina neystagrund, sum hevur ligið har í áravís. Mest sum ein skomm og hettta hevur verið til irritatión.
Heðin Mortensen metir eisini, at talan er um, at eitt gott hugskot er komið á borðið.
- Nú er so eitt gott hugskot komið, sigur Heðin Mortensen, sum tó er greiðir yvir, at sjálvsagt skulu øll viðurskifti vera greið, áðrenn nakað skal gerast.
Síðsta orð er ikki sagt í málinum enn, men bíðað verður nú eftir svari úr landsstýrinum, næsta granna hjá umstríddu neystagrundini Úti í Bakka í Havn.