Miðbýurin skal kollveltast

Rættleiðing til óseriøsa og manipulerandi yvirskrift í Sosialinum

Jan Christiansen
Borgarstjóri
????????????
Eg var ikki sørt bilsin, og nakað skelkaður, tá forsíðan á Sosialinum fyri hósdagin var kunngjørd. Stór mynd av borgarstjóranum í havn, har hann sigur at miðbýðurin skal kollveltast, og at gomul hús skulu takast burtur, soleiðis at høghús kunnu verða bygd ístaðin.
Rein vandalisma er tað fyrsta í rennur fólki til hugs. Tíverri (vil eg pástanda) hevur leiðslan á Sosialinum tilvitað útstilla borgarstjóran í Havn, sum vandalistin. Tíðindablaðið Sosialurin er so tætt knýtt ávísum politiskum flokki, at blaðið hevur stórar trupulleikar at bera tíðindi objektivt.
Tá eg sigi at yvirskriftin er óseriøs og manipulerandi, er tað tí, at hon hevur lítið og einki við greinina inni í blaðnum at gera. Haldi, at tíðindamaðurin er komin rættuliga væl frá frásøgnini og er hendan rættleiðing als ikki nøkur ábreiðsla til hansara. Tvørturímóti er tað gleðiligt at tíðindafólk vísa áhuga fyri, hvat fyriferst í høvuðsstaði okkara.
Lat meg sláa fast, at kommunan als ikki ætlar at kollvelta nakran miðbýð (samb. orðabókini er at kollvelta at koyra um koll ella at fella). Og sjálvsagt er ikki nøkur ætlan um at koyra miðbýin um koll ella at fella hjártað í býnum.
Blaðmaðurin á sosialinum ynskti at fáa eina frágreiðing um ætlanina, sum umsitingin legði fyri Byggi og Býarskipanarnevndina, ið er um niðara part av Tinghúsvegnum. Býararkitekturin, tekniski stjórin og eg sjálvur greiddi tíðindamanninum frá hvørjum ætlanum byggideildin arbeiðir við. Sjálvsagt kom prátið inn á miðbýin sum heild; eisini um eina umsøkn um at fáa byggiloyvi til ein rættuliga stóran bygning niðan fyri Havnar Bio.
Samrøðan var um, hvussu vit kunnu fáa góðan trivnað í miðbýðin, uttan at skula kollvelta hann, og um hvat gerast kann fyri at varðveita miðbýðin sum hjartað í býnum. Víst var á, at kommunan hevði ognað sær tvey hús við Tinghúsvegin (Heinesens- og Sloanshús), júst fyri at kunna varðveita part av hugnaliga umhvørvinum har. Tí harmar tað meg, at Sosialurin (tilvitað) manipulerar og misbrúkar eina góða og sakliga grein frá einum av teirra blaðmonnum til at kunna sverta borgarstjóran út.
Vónandi hava fólk lisið greinina: "Stórar broytingar í miðbýnum í Havn" og harvið kunna staðfest, at lítil og eingi samanhangur er á forsíðuni og sjálvari greinini.