Miðbýurin settur á dagsskrá

Bogi Andreasen, býráðslimur, Fólkaflokkurin
-----

Tað var hugaligt at taka lut í stóru hugarokanini um miðbýin, sum býráðið hevði sett á dagsskrá í Østrøm í dag og í gjár. Verkstovan var karmur um góð hugskot og birti vónina fyri einum livandi og spennandi mið­býi í komandi tíðum.
Tíðin var væl givin út, tá ið fólk sessaðust í Østrøm í dag og gjár at viðgera mið­býin í høvuðsstaðnum frameftir. Verkstovan, sum býráðið skipaði fyri, var sera væl greidd úr hondum, og her var nógvur íblástur at heinta til ein livandi og spennandi miðbý í høv­uðs­staðnum í komandi árum.
Í 2010 orðaði býráðið eina visjón fyri Tórshavnar komm­unu, sum hevði til enda­máls at skapa menn­ing, tryggleika og trivnað í høvuðsstaðnum. Allir bý­ráðs­limir tóku undir við visjónini, og verkstovan í Østrøm um miðbýin er eitt stig víðari á hesi leiðini. Tað er sera hugaligt at síggja, at sitandi býráð í breiðari samgongu heldur kósina, sum var sett í 2010. Visjónin frá 2010 og ”Mið­býarverkstovan” í dag og í gjár eru dømi um gott polit­iskt stev, sum eina helst letur seg gera, tí málini eru greið. Vit ar­beiða øll fyri menning, trygg­leika og trivnaði í okk­ara fram­úr­skarandi høv­uðs­staði.
Hugskotini og orða­skift­­ini á verkstovuni góvu eina greiða mynd av, at vit vilja veruliga gera okk­­ara høvuðsstað til ein fjálg­­an stað, har fólk hava hug at búgva og virka. Mið­­bý­urin er hjarta í okk­ara høv­uðs­staði, og nú er at halda fast og arbeiða víðari við nógvu, góðu hug­skotunum í sama góða anda, sum merkti verk­stovuna hjá Tórshavnar bý­ráð í Østrøm.
Næsta stigið eigur at vera ein heildarætlan fyri mið­býin, soleiðis at hesin týð­andi býarparturin verð­ur skipaður í samsvari við tíðina, vit liva í. Um vit fáa sett upp eitt greitt mál fyri miðbýin, verður so nógv lættari at fara til verka.
Miðbýarverkætlanin er m.a. liður í at gera Tórs­havn til ein fjálgan lest­rarbý, har fólk hava møgu­leika at búleikast í einum liv­andi og mennandi um­hvørvi. Ein livandi og spenn­andi miðbýur kann eisini verða við til at venda fólka­frá­flyt­ing til fólkatilflyting
Tað snýr seg fyrst og fremst um, at vit politik­arar áhaldandi hava yvir­skriftina ”Menning, trygg­leiki og trivnaður”, í hásæti. Tað er okkara politiska lógva­tak, sum fer at bera høv­uðs­staðin framá í nógv ár.