Annika Olsen, Býráðslimur fyri Fólkaflokkin
Fyri viku síðani var Tórshavn karmur um tað størsta tónleikatiltakið í Føroyum nakrantíð. Eina tøkk til fyriskipararnir fyri eitt framúrskarandi væleydnað og vælfyriskipað tiltak. Eg hevði leitað mær ein túr oman í býin í góðveðrinum fríggjakvøldið og sigast má, at miðbýurin við tónleikinum í hásæti, angaði av atmosferu og lívi. Eg vil ikki taka dagar ímillum mongu góðu tónleikabólkarnar, men eg má tó siga, at eg bleiv tikin á bóli, tá ið eg hoyrdi bólkin Side Effect á pallinum í Tórsgøtu fríggjakvøldið. Hesir 3 ungu tónleikararnir brutu heilt upp úr nýggjum innan føroyskan tónleik. Ein merkti, at teir livdu seg inn í tónleikin og sýndu heilt ótrúligt energi, sum eisini fekk meg til at síggja heilt øðrvísi uppá techno punk, sum annars ikki er tað, sum eg lúrti mest eftir. Vit mugu bara enn eina ferð staðfesta, at Føroyar eiga eitt stórt tilfeingi av góðum tónleikarum, sum avgjørt kunnu føra Føroyar fram á altjóða tónleikapallin. Her kann eg leggja aftrat, at tað er sera harmuligt, at tónleikurin ikki er raðfestur hægri í visión 2015, tí eftir mínum tykki er tað millum annað innan tónleikin, at Føroyar kunnu vera millum fremstu tjóðir í heiminum.
Miðbýur og mentan
Meðan eg stóð og lurtaði eftir tónleiki í Tórsgøtu fríggjakvøldið, rann mær til hugs tann ætlanin, sum býráðssamgongan hevði sett út í kortið viðvíkjandi økinum millum Hotel Tórshavn/Sjómansheimið og gl posthúsbygningin ella har sum pallurin á Asfalt festivalinum stóð. Ætlanin hjá songonguni var at byggja ein stóran skrivustovubygning og býráðssal á hesum øki. Um hetta bleiv viðtikið á býráðsfundi hósdagin 27.04.06 hevði tað ikki verið minni enn ein katastrofa fyri miðbýin og mentanarlívið í býnum. Eg var ein teirra, ið mótmælti harðliga ímóti hesari ætlan og tá ið avtornaði var uppskotið hjá samgonguni, ið vildi oyðilagt hjarta í Havnini, felt.
Tað er ikki rætt at byggja ein stóran skrivustovubygning fyri fleiri 10 talsmilliónir, í hjartanum í Tórshavn, ein bygningur, sum vil standa sløktur eftir kl 16.00. Heldur eigur miðbýurin at vera karmur um okkara ríka mentanarlív. Tað hava verið nógv hugskot frammi um hvussu økið millum Hotel Tórshavn og gl. posthúsbygningin skal skipast í framtíðini. Ein møguleiki er at gera eina passagu, sum kann knýta Tórsgøtu saman við Niels Finsensgøtu, og í hesari passagu kundi verið gjørdur eitt nú ein pallur og trappur á la tær sponsku í Rom, sum kundi verið karmur um nógvar góðar Asfalt- festivalar í framtíðini.