Miðbýurin í Keypmannahavn mist streymin

Ólag á einum transformatori hevur gjørt, at stórir partar av miðbýnum í Keypmannahavn liggja í streymloysi. Orkufelagið DONG Energy sigur, at streymveitingin verður í lagi innan tveir tímar.

Løgreglan sigur, at streymslitið ger, at fleiri ferðsluljós lýsa ikki, og løgreglan hevur tí biðið bilførararnar vísa virðing fyri hvør øðrum.

-Tá ferðsluljósini ikki virka, er tað sera umráðandi, at fólk virða ta grundleggjandi regluna um víkiskylduna, sigur Lars Borg hjá løgregluni við DR.