Miðbýurin, ið hvarv

Trivnaðarkanningin
Nú frágreiðingin hjá Suna Poulsen frá Marketminds var løgd fram, sat eg við eini kenslu av at hava verið ígjøgnum alt hetta fyrr. Arbeiðshátturin hevur verið tann sami, niðurstøðurnar eru í stórum eisini tær somu, og er tað ikki so løgið, tí roknistykkið og roknihátturin kunnu illa geva aðra niðurstøðu.
Stóra arbeiðið var síðani at gera ta miðbýarætlan, sum vit mettu kundi taka ímóti hesum avbjóðingum.

Skúrur í miðbýnum
Tað er í dag umleið 4 ár síðani, Gunnar Nolsøe og eg fóru undir hetta arbeið, sum vit hava lagt nógva orku í. Úrslitið varð lagt fram á borgarafundinum 24. mars í fjør. 800 fólk møttu til fundin, og varð sera væl tikið ímóti býarætlanini. Síðani er ikki hent nógv.
Ein skúrur er komin at standa í miðbýnum. Lagt varð upp til nakað heilt annað 24. mars í fjør. Her hevur avgerð og ráðgeving verið ótrúliga vánalig.

Dumpað
Marketminds sigur um býráðið” Fakliga støðið í politiska arbeiðinum er ov lágt. Hetta er partvíst satt, tí dømi eru um avgerðir, ið vísa seg ólógligar, óumhugsaðar, óhentar ella sum aldri verða framdar fult út.” Her er býráðið so ruddiliga dumpað. Leiðslan í umsitingini má eisini breiða upp á seg, endurnýggja seg sjálva ella stinga í posan og lata dugnaligari fólki sleppa framat. Ein kanning liggur goymd onkustaðni í býráðshúsinum, ið vísir á hetta - tað kundi verið áhugavert at lisið niðurstøðuna!

Seinasti pensjónisturin sløkkir
Jógvan Skorðheim, formaður í vakstrarbólkinum, segði á fundinum, at nú mátti úrslitið av kanningini kjølfestast og at byrjast skuldi við skúlaungdóminum, hetta fór at taka fleiri ár.
Her eri eg ósamdur, ungdómurin er ikki trupulleikin, kjølfesti má fáast í býráðið og umsitingina.
Býráðslimir ganga egnar leiðir við lítið framskygdum ætlanum” Vertin á hvat annar fær, eg skal nøra at mær” Í fylgi Norðlýsið sigur formaðurin í havnanevndini, Atli Justinussen, at hann lovar, um so var , at menn blivu samdir um at fyllast skuldi inn ímóti grótkastinum við Sandin, so skuldi hann syrgja fyri, at býráðið játtaði pening til, at hetta varð gjørt. Atli verður kanska millum síðstu pensjónistarnar, ið sløkkja?

Eingin megi
Citat Marketminds “ Stórar visiónir og tankar, ið vekja íblástur, men alt ov lítla megi til at taka avgerðir og leiðsluábyrgd og fremja projekt til enda.
Hópur av dømum eru uppá, at Klaksvík ikki vantar hugskot, um hvussu býurin skal mennast, men alt ov ofta byrjar og endar handfaringin av hesum við at gerast ein skriviborðsætlan.”

Trivnaður og uppliving
Marketminds rósar nógvum og stórum upplivingartiltøkum í Klaksvík og sigur, at hesi eiga at stuðlast. Mælt verður eisini til meiri varandi upplivingartiltøk. Jógvan Andrias Joensen hevur á hesum øki gjørt og ger eitt stórt arbeiði úti í Spaniustovu. Set hann á lønarlistan, áðrenn ov seint er.

Besta íløgan býráðið hevur gjørt higartil, er henda kanningin, ið vakstrarbólkurin hevur umbiðið.
Nú áttu býráðslimirnir og umsitingin at duga betur at raðfest veruligan tørv.

Lívið er annað enn spæl, tað er rætt, men ikki bara. Sjálvur hevði eg ikki viljað verið tað fyriuttan.
Mínar royndir eru, at bestu úrslit, eg havi havt, byrjaðu í spølni; lívið vildi eisini verið rættiliga keðiligt uttan!

Klaksvík ein býur fyri øll
Eg vil her citera úr heftinum, ið varð borið í hvørt hús í samband við framløguna av býarætlanini í mars mánaði í fjør.
“Vit hava arbeitt við hesari ætlan í trý ár ella so, og alt byrjar við spurninginum: Hvat skal til fyri at trívast í Klaksvík...
Tjak, tankar, tørvur, trivnaður, tíðarætlan og hvat skal til, skal Klaksvík gerast býurin fyri øll...
Vit hava sett kreativu grýtuna út á í Dreymsóljuni, heima hjá Archia, hjá Gunnari, tá vit hava gingið í fjøllunum, koyrt bil, verið í býnum, og vent tonkum og hugskotum við góðum fólki í Klaksvík og aðrastaðni, tað veri seg innan mentan, vinnulív, handilslív, fíggjarstovnar, MBF, arkitektar, aðrar áhugabólkar, umframt mong, mong onnur...

Útgangsstøðið hevur verið heimlig mentan og hvat harumframt skal til, og har vit hava spurt okkum sjálvar og onnur, hvussu tað er at vera kvinna, maður ella barn í Klaksvík, tannáringur, ungur, single, í parlagi bæði við og uttan børn, eins og eldri og gamal...

Hvat skal til fyri at tú sum klaksvíkingur vilt búgva í Klaksvík? Hvat skal til fyri at tú flytur til Klaksvíkar? Og hvat skal til fyri at tú vilt hava títt handils - ella vinnuvirksemi í Klaksvík.”

Ein góð byrjan
Í fylgi verkfrøðingum er einki bíligari enn at flyta grót úr einum staði í annað. Býarverkfrøðingurin hjá Klaksvíkar kommunu metir, at tað kostar ½ mill. at fylla upp á vesturarminum. Siga vit, at hólmurin á vágni kostar 1,5 mill. og timburmarinain á Biskupsstøð 1,5 mill., so eru vit uppi á 3,5 mill. Hetta er ein góð byrjan, vit fáa sera nógv fyri lítið. Her kunnu skapast hópin av upplivingartiltøkum, har øll kunnu vera við og íblásturin fær frítt at fara, og upplivingin er alt árið. Hetta ljóðar einfalt, og er tað eisini.

Raðfesting
“Vit hava í ár yvir 20 mill. til íløgur”, segði Gunnvá við Keldu í Rás 2 týsdagin.
Tak nú við tíni leiðsluábyrgd og vís, at eisini tú kanst gera mun.

Besta samfelgið er, har tú fært realisera tíni potentiali fólki, býi og landi at gagni.