Miðbýurin fyltur við Asfalt fjepparum

Nú er høvuðsstaðar festivalurin av álvara byrjaður, og er miðbýurin nú væl ávegis at fyllast við fólki, ið eru komin at njóta tær ymsu listagreinirnar, ið verða í kvøld. Nú Asfalt festivalurin er byrjaður, og miðbýurin byrjar at fyllast, er nógv ymiskt á skránni í kvøld og í morgin.

 

Kl. 01.00 í kvøld spæla Kim Hansen, Jóhannes á Rógvi Joensen, Jens Marni Hansen og James Olsen, teir vælumtóktu tónleikararnir í bólkinum Showmenn, til dans í Futt teltinum í miðbýnum.

 

Eisini ber til at fáa ein forsmakk uppá dagin í morgin, tí í Rex spæla Páll Finnur Páll til dans, og verða teir eisini at hoyra á Asfalt.