Miðbýurin er klistraður til við klistrimerkjum hjá Luzern

Sveisisku fótbóltsfjeppararnar hava lagt eitt stempul eftir seg í nátt

 

Í gjár vann sveissiska fótbóltsliðið FC Luzern seg víðari í Evropa League, eftir teir vunnu 1-0 á KÍ á Svangaskarði í gjár. Og tað bleiv sum vera man hátíðarhildið í gjárkvøldið. Har var stúgvandi fult í Glitnir, og tað hoyrdist langan veg um allan miðbýin í Havn.

Tað sæst eisini aftur í morgun, tí klisturmerki í hópatali eru klistrað á skelti og ting á Bøgøtu og Grím Kambansgøtu. Vit hava tikið nakrar myndir í morgun.

##med2##

##med3##

Sambært løgregluni gramdu nakrir grannar seg um larmandi sveissararnar, sum vóru ónøgdir um, at einki skeinkistað var opið til klokkan 04, tá teir skuldu av landinum aftur við Norrønu.

Í garðinum í Glitnir eru klisturmerkini eisini at síggja.

##med4##

##med6##

##med5##

##med7##