Miðalstyrkin fellur

Hesi seinastu árini hevur Rúsan ført ein miðvísan politikk við tí endamáli at tálma nýtsluna. Tað verður gjørt á trimum økjum: Atkomuligheitini, prísinum og hollari upplýsing og ráðgeving til viðskiftafólk.
Og hetta hevur borið frukt, tí hesi síðstu árini hevur miðalstyrkin á tí, sum Rúsan selur, verið støðugt fellandi, sigur Elsa Maria Olsen, stjóri.
Seinastu fýra árini hevur miðalstyrkin í tí, sum verður selt í Rúsuni, verið:

2006: 12,11%
2007: 11,80%
2008: 11,74%
2009: 11,72%

Hetta tekur stjórin í rúsini sum eitt greitt prógv um, at tálmingarherferðin hjá Rúsini eydnast.

Brennivínið dýrkaði mest
Tá ið Rúsan hækkaði prísirnar í heyst, dýrkaði ein fløska av brennivíni ímillum 11 og 12 krónur, ein fløska av borðvíni dýrkaði 75 oyru, ein øl við gullstyrki dýrkaði 33 oyru og ein veik øl dýrkaði seks ella sjey oyru.
Les eisini greinina: Føroyingar fara burtur frá sprutti og greinina: Nógv mest brennivín, umframt greinina: Leygardagurin feri ikki at økja nýtsluna