Miðalstórt virki við stórari styrki

Vit hava sølufólk í grannalondum okkara, bæði í Írlandi, Skotlandi, Danmark, Noregi, Hollandi, Íslandi, Grønlandi og New Foundlandi. Hesi gera eitt stórt arbeiði við at leita upp nýggjar kundar, sigur Hjalmar Petersen, stjóri á Vónini

Vónin telist millum tey miðalstóru virkini í heimshøpi, og klára teir at kappast við teir útlendsku framleiðararnar.
Ein av stóru styrkjunum hjá Vónini er tað tætta sambandið við fiskimenninar. Sjómenn koma ofta inn á gólvið fyri at práta. Tá kunnu teir samstundis koma við góðum hugskot-um og forbetringum til trol-ini. Bæði teir og vit ynskja eina fyrsta floks framleiðslu, og tí smæðast teir heldur ikki burtur við at koma við atfinningum, um tey tingini, sum vit ikki gera gott nokk.
Spennandi ætlanir
Teir á Vónini vita, at teir hava eina góða framleiðslu. Men fyri teir er hetta ikki nóg mikið, og tí sita teir ikki í Føroyum og bíða eftir at kundin skal koma til teirra. Teir hava sjálvir eina sølu- og marknaðardeild, sum er rættiliga virkin í fleiri londum.
- Fyri okkum er sera umráðandi at leita upp nýggjar marknaðir í øðrum londum. Marknaðurin í Føroyum er avmarkaður, og við einum so stórum virki sum okkara er ikki nóg mikið bara við tí føroyska marknaðinum.
- Vit hava eina góða framleiðslu, og tað ynskja vit eisini at útlendsk reiðarí skulu fáa at vita,
Hesi sølufólkini gera tí eitt stórt arbeiði í grannalondum okkara, bæði í Írlandi, Skotlandi, Danmark, Noregi, Hollandi, Íslandi, Grønlandi og New Foundlandi - stutt sagt í øllum londunum í Norðuratlantshavinum.
Tað er tó ikki altíð, at neyðugt er hjá hesum sølufólkum at fara so langt. Tá vit vitjaðu á Vónini fríggjadagin í farnu viku vóru júst nøkur umboð fyri eitt grønlendskt reiðarí á vitjan.
Kappingarførir í prísi og dygd
Tað er sjálvandi altíð trupult at spáa um framtíðina, og tað sama er galdandi fyri eitt føroyskt trolvirki, sum í størstan mun dúvar uppá tann føroyska fiskiflotan.
Fiskivinnan er jú ein vinna, har tað viðhvørt gongur væl og til aðrar tíðir minni væl, og henda gongdin sæst eisini aftur í virkseminum hjá Vónini. "Tá fiskivinnan hevur tað gott, so hava vit tað eisini gott!"
Virkið hevur øll árini havt ein trúgvan skara av kundum. Uttan hesar hevði virkið ikki havt nakrar møguleikar at yvirliva, tí - fyri at venda orðunum hjá stjóranum við - tá kundin hevur havt tað gott, so hava teir eisini havt pening at keypa trol frá Vónini.
Hinvegin, so má ein siga, at tá føroyskir kundar hava keypt trol síni frá Vónini, so er tað ikki uttan orsøk: Virkið er og hevur verið ført fyri at bjóða teimum hesi trolini fyri ein kappingarføran prís og ikki minst til eina kappingarføra dygd í mun til tey útlendsku.
Út um landoddarnar
Í løtuni ber tó til at fáa eyga á eina ávísa minking innan mangar vinnugreinir í fiskivinnuni. Hetta sæst serliga innan alivinnuna, sum nú er farin niður í næstan einki, og er kanska bert 1/20 part av tí, hon var áður. Meðan teir fyrr framleiddu nógv til alivinnuna, kemur hetta mestsum ikki fyri í dag. Ístaðin arbeiða teir fyri tað mesta við at reinsa alinótir og at umvæla tær.
Rækjuflotin hevur heldur ikki havt tað so gott tey seinnu árini. Har er skip longu farin á húsagang, meðan onnur stríðast við at fáa endarnar at røkka saman. Fyri hesi seinnu er galdandi at tey mugu spara uppá útreiðslurnar, og tað merkist so eisini aftur í arbeiðinum á Vónini.
Eisini hevur tann lági prísurin á upsa gjørt sítt til at mong reiðarí hjá trolarum hava minni pening um hendi.
- Men tá alt hetta er sagt, so mugu vit eisini hyggja eftir okkara styrki. Hon er nevniliga tann, at vit hava onnur bein at standa á uttan fyri landoddarnar. Og tað er nettupp ein av orsøkunum til at vit hava sett á stovn virkir í Grønlandi og Canada.
- Vit vita tað, at tað eru svingningar í fiskivinnuni í øllum londum. Tí síggja vit eisini, at tað gongur sjáldan illa hjá øllum vinnum í senn, og tí hava vit møgu-leika at klára okkum, hóast tað ikki gongur so væl á einum staði. Meðan rækjuvinnan og alivinnan ikki hava tað so gott í løtuni, so sær út til at fiskiskapurin í Barentshavinum hevur verið góður, eins og veiðan eftir uppisjóvarfiski somu-leiðis hevur gingið væl.
Virksemið á Vónini er tó minkað í ár, soleiðis at teir nú er íalt 15 fólk færri enn fyri einum ári síðani.
Tætt samband við brúkaran
Hóast Vónin fyi mong kanska verður roknað sum eitt av smærru virkjunum í Føroyum, so telist tað kortini millum tey miðalstóru av sínum slag í Norðurlondum í dag.
Eitt er so støddin á virkinum. Men tað áhugaverda her er, at Vónini so sanni-liga eisini klárar væl at kappast við hini virkini um kundarnar.
Men hvussu kann eitt virkið sum Vónin standa seg í hesi kappingini við útlendingar?
- Ein av stóru fyrimunum fyri hetta virkið hevur verið - og er - tað tætta sam-bandið millum mennirnar umborð á skipunum og okkum á virkinum.
- Í summum førum arbeiða teir her, tá teir eru heima. Og tá teir koma eisini inn á gólvið fyri at práta, og fyri at koma við góðum hugskotum og forbetringum til trolini. Bæði teir og vit ynskja eina fyrsta floks framleiðslu, og tí smæðast teir heldur ikki burtur við at koma við atfinningum, um tey tingini, sum vit ikki gera gott nokk.
- Her fáa vit eina sera góðan dialog við teir, soleiðis at teir kunnu hava tann besta reiðskapin umborð á skipinum. Á henda hátt eru vit sera hepnir við at vera so nær við sjómenninar.
Hetta samstarvið og hesin dialogurin við fiskimenninar er Vónini til fyrimuns, tá talan er um kappingarneytar teirra í øðrum londum.
Teir á virkinum merkja hvønn dag til ta hørðu kappingina við aðrar framleiðarar - ikki bert, tá talan er um prís, men so sanni-liga eisini tá talan er um dygd.
- Vit hava framleitt nógv trol til tey skipini, sum eru á langfaratúrum. Fyri teir og okkum er tað tí av størsta týdningi, at trolini eru í lagi, soleiðis at teir sleppa undan at bróta túrar av, tí trolið ikki riggaði sum tað skuldi, sigur stjórin.
Síggja ljóst uppá framtíðina
Tá ein skal tosa um styrkina hjá virkinum, sum sá dagsins ljós í 1971, so kemst ikki uttan um tær drúgvu royndirnar sum arbeiðsfólkið hevur. Tí kann sigast, at arbeiðsfólk-ið støðist væl á virkinum, sum tí má metast sum eitt gott stað at arbeiða í, bæði nú og í framtíðini.
- Vit síggja ikki svart uppá framtíðin. Tað fer altíð at vera brúk fyri einum slíkum virki sum Vónini, tí hvat so enn broytist, so kemur fiskivinnan at vera ein stórur partur av grundarlagnum fyri inntøkum í Føroyum í nógv ár framyvir.
- Hetta sama ger seg eisini galdandi í teimum londunum, har vit hava okkara kundar - t.d. í Grønlandi, Íslandi og Canada. Hóast føroyska fiskivinnan livir undir skiftandi korum, so detta hesir útlendsku kundarnir kortini ikki burtur fyri tað, sigur Hjalmar Petersen at enda.