Grindaboð er norðanfyri Haraldssund, veit løgreglan at siga. Tað verður mett, at talan er um miðalstóra grind.
Boðað varð frá grindini í áðni klokkan 13:08, og grindin verður sambært grindaformanni, Elmar Simonsen, eftir ætlan rikin inn á Hvannasund. Hon er í løtuni millum Múla og Viðoynna.
Sum skilst eru nakrir bátar komnir út til grindina, og fleiri eru ávegis.