Fjórða og seinasta uppboðssøla av fiskirættindum hevur verið í dag.
Tað var Vørn, ið stóð fyri søluni fyri landsstýrið.
Á uppboði í dag vórðu 9297 tons av svartkjafti og 8500 tons av norðhavssild.
Svartkjafturin fór fyri ein miðalprís á 0,27 krónur fyri kilo. Inn komu 2,5 milliónir krónur fyri svartkjaftin. Slættaberg keypti størstu nøgdina av svartkjafti í dag. Teir keyptu 2700 tons. Fagraberg keypti 2500 tons.
Norðhavssildin fór fyri ein prís, sum var 1,30 krónur fyri kilo. Inn komu 11,05 milliónir krónur fyri sildina. Slættaberg keypti eisini størstu nøgdina av norðhavssild. Teir keyptu 3000 tons. Norðborg keypti 2000 tons.
Prísurin fyri norðhavssildina var eitt vet hægri í dag í mun til seinastu afturlatnu uppboðssølu. Tá var prísurin 1,20 krónur fyri kilo. Á fyrstu afturlatnu uppboðssølu í ár fór hon fyri 1,90 krónur fyri kilo.
Prísurin fyri svartkjaft var eisini eitt sindur hægri enn hann hevur verið fyrr. Á báðum teimum undanfarnu afturlatnu uppboðssølunum, hevur prísurin fyri svartkjafti verið 0,23 krónur fyri kilo í mun til 0,27 fyri kilo í dag.
Inn komu tilsamans 13,25 milliónir krónur í dag.