Miðalprísur á slakar 23 krónur

Miðalprísurin á Fiskamarknaði Føroya í dag var rættiliga góður, 22,85 krónur fyri kilo. Í dag vórðu sløk 117 tons av fiski seld á Fiskamarknaði Føroya.

Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var óvanliga høgur, 22,85 krónur fyri kilo.

Ein vanligan søludag liggur miðalprísurin millum 11 og 13 krónur.

Høgi miðalprísurin í dag kemst av, at meginparturin av fiskinum á marknaðinum var havtaska, sløk 70 tons tilsamans.

Besti miðalprísur fyri havtasku var 31,27 krónur fyri kilo.

Næst størstu nøgdirnar á marknaðinum í dag vóru kongafiskur, góð 35 tons, og her var besti miðalprísur 12,03.

Sløk 8 tons vóru eisini av toski, og toskur III fekk miðalprísin 12,99 krónur fyri kilo.

Tey 117 tonsini á Fiskamarknaði Føroya í dag vórðu seld fyri tilsamans 2,7 miljónir krónur.