Meiri enn helmingurin av fiskinum, sum varð seldur á Fiskamarknaði Føroya í dag, var havtaska. Nú stórur partur av heimaflotanum liggur, vóru útlit til góðar fiskaprísir. Fiskamarknaður Føroya seldi í dag góð 42,3 tons av fiski fyri 884.000 krónur.
Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 20,86 krónur fyri kilo.
Ein orsøk til góða miðalprísin er, at væl meiri enn helmingurin av fiskinum, sum varð seldur á marknaðinum, var havtaska, sum fekk góðar 26 krónur í miðal fyri kilo.
Næst størstu nøgdirnar vóru av toski, og mest var av toski 4, góð 5,3 tons tilsamans.
Miðalprísurin fyri tosk 3, 4 og 5 var ávikavist 16,95, 13,98 og 8,77 krónur fyri kilo.
Góð 3 tons tilsamans vóru av hýsu, og besti miðalprísur á hýsu var 12,19.
Tá havt verður í huga, at allur partrolaraflotin, lemmatrolarar, línuskip og garnaskip liggja vegna verkbann, vóru miðalprísirnir á marknaðinum í dag kanska ikki so óvanliga góðir kortini.
Um havtaska ikki hevði verið meiri enn helmingurin av samlaðu søluni, hevði miðalprísurin ligið nógv lægri, enn hann gjørdi á Fiskamarknaði Føroya í dag.










