Túrurin um Indiska havið gongur væl hjá Livari Nysted. Saman við Max og Stewart hevur hann róð 288 fjóðringar í fimm dagar og seks tímar.
Seinastu 12 tímarnar hava teir tríggir umborð á bátinum tRIO róð 20 fjórðingar, ið svarar til 37 kilometrar. Hetta stendur at lesa á heimasíðuni trip.fo, har til ber at fylgja við ferðini hjá Livari Nysted um Indiska Havið.
Higartil er miðalferðin 2,28 knob, sum er 4,23 km/t.
Um so er, at teir megna at halda hesa miðalferðina, verða teir á Mauritius væl fyrr enn væntað, einaferð tíðliga í august mánaði.
Onkrir smávegis trupulleikar hava verið á ferðini. Fyrr í vikuni vóru trupuleikar við vatngerarnum, har hann til tíðir ikki ger vatn yvirhøvur. Teir hava havt samband við verksmiðjuna í Sveis, har vatngerarin er framleiddur, og sostatt fáa Livar og teir hjálp til at gera hann aftur.
Túrurin byrjaði á vestursíðuni av Australia, nærhendis Perth, og málið er á oynni Mauritius. Sostatt er talan um ein tein á 6500 kilometrar á opnum havi.