Íløgur: menning ella spiltir pengar
Um vit bert tveita pengar út um miðstaðarøkini fyri friðs skyld, so mugu vit rokna við, at meginparturin av hesum sokallaðu íløgunum er burturspiltur peningur. Lokalpolitikarar hava gjørt hetta í áratíggir, uttan fyrilit fyri tí, ið kemur øllum føroyingum til góðar sum t.d. sjúkrahús og skúlar. Og uttan visjónir um menning ella framtíðarútlit hjá útoyggjunum.
Fatanin av íløgum er, at tað fer at kasta okkurt av sær; antin peningaligan vinning ella menning av onkrum slag. Annars er talan um spiltan pening; og tað er tað, ið talan er um, tá tað snýr seg um útoyggjarnar. Kalsoyggin hevur fingið ikki minni enn fýra tunlar, 30 fólk pr tunnil á sinni, og hóast hetta er fólktalið minka, og einki nýtt virksemi er komið. Tosað varð einaferð um tunnil á Fugloynni. Ørvitiskapur. Í Hattarvík búgva 14 menn og 2 kvinnur við einum miðal aldri á 54 ár. Hvør trýr uppá, at henda bygd, og oyggin sum heild, hevur nakra framtíð? Svínoyggin verður óivað eisini avtoftað.
Eg ynski ikki, at tað verður so. Eg síggi bara gongdina, sum hon er, og ásanni hví so er: Tað er moderniseringin. Nýggi størvini og nýggi livihátturin. Sannleikin í hesum pástandi er ófrávíkiligur. Tað er hetta, sum politikarar og útoyggjafólk sjálvi, mugu fyrihalda seg til. Undantøkini eru Viðoy og Kunoy. Her er fólkatalið hækkað. Hetta er møguliga vegna koyrisambandið til Borðoynna. Men um koyrisamband verður víðka til hinar oyggjarnar, fer eingin føroyingur at hava ráð til ein bil.
Hóast 100-tals mió. kr. eru nýttar til ferjulegur, tunlar, skip og rakstur av hesum tey síðstu 25 árini (bara Skopunarleiðin hevur kostað uml. 1 milliard. kr., og hon er ikki nóg góð sambært sandoyingum), er eingin menning ella fólkatilflyting farin fram á útoyggjunum. Tvørturímóti. Her eru nøkur tøl frá Hagstovu Føroya, sum vísa ófrávíkiliga veruleikan:
Búseting í smáoyggjunum síðan 1985:
Fugloy: 1985: 62 fólk; 2010: 38 fólk (28 m., 10 kv.).*
Svínoy: 1985: 66 fólk; 2010: 40 fólk (24 m., 16 kv.).
Kalsoy: 1985: 121 fólk; 2010: 109 fólk (58 m., 51 kv.).
Hestoy: 1985: 58 fólk; 2010: 28 fólk (16 m., 12 kv.).
Mykines: 1985: 28 fólk; 2010: 16 fólk (9 m., 7 kv.).
Nólsoy: 1985: 315 fólk; 2010: 253 fólk (131 m., 122 kv.).
Skúvoy: 1985: 87 fólk; 2010: 43 fólk (29 m., 14 kv.).
* “m.” merkir “menn”, “kv.” merkir “kvinnur”.
Smáoyggjar íalt: 1985: 737 fólk (393 m., 344 kv.)
2010: 527 fólk (295 m., 232 kv.)
Hetta er ein minking av fólkatalinum á smátoyggjum upp á 28,5%.
Ikki er neyðugt at siga nógv meira um hetta. Gev tó gætur, at tað serstakliga eru kvinnur, ið flyta.
Framtíð fram um fortíð
Hvussu leingi tíma vit at gjalda 100-tals mió. kr. til ein vónleysan miðaldarligan útjaðara, ið doyr út uttan mun til íløgur? Verða pengarnir ikki betri nýttir, um teir fara til skúlaverk, heilsurøkt, eldrarøkt, gransking í t.d. varandi orkukeldum o.s.fr., sum er fyri allar skattgjaldarar í Føroyum?