Miðalaldurin skal niður

Umboð fyri reiðaríið Sjóborg greiðir frá, at tað er neyðugt at fáa miðalaldurin niður á trolarunum og í flotanum sum heild, og hetta er orsøkin til, at allir ikki sleppa umborð aftur á nýggju trolararnar

- Hetta er ein avgerð, sum hevur volt mikla høvuðpínu, men vit meta tað vera rætt at geva ungum monnum møguleikan, sigur ónevnt umboð fyri reiðaríið Sjóborg um avgerðina at siga teir seks menninar yvir 55 ár úr starvi.
Sagt verður, at teir hava latið fýra yngri menn sleppa framat, og tað er sambært reiðarínum átroðkandi at fáa miðalaldurin niður á trolarunum.
- Sum heild hava vit eisini ta áskoðan, at unga ættarliðið hevur alt ov lítlar møguleikar at sleppa framat í føroyska fiskiflotanum, sigur ein á reiðarínum úr Leirvík.
- Tað eru slíkar støður og avgerðir, sum volda svøvnleysar nætur, og undirstrikast skal, at hetta er ikki nøkur løtt avgerð, men vit meta so hetta stigið vera neyðugt, sigur ein á reiðarínum Sjóborg.

Misskiljing
Annars verður víst á, at manningin í løtuni er umborð á skipum hjá øðrum reiðaríið, og tí er talan ikki um beinleiðis uppsøgn, sum krevur skrivlig boð.
- Vit hava ikki sagt nakran úr starvi. Vit hava bert boðað frá, at nýtt fólk fær møguleikan á nýggju trolarunum, og tá hesir eldru so ikki sleppa at halda fram á gomlu Stjørnuni og Polarhavi undir Vesturvón, eru teir tíverri uttan starv, sigur reiðaríið.
Sostatt er kravið sambært reiðarín um skrivliga uppsøgn als ikki galdandi, tí viðkomandi menn ikki sigla við teimum í løtuni, hóast teir høvdu væntað at sloppið umborð aftur.