Síðan 2005 er livialdurin í Føroyum hækkaður við tveimum og einum hálvum ári. Miðalaldurin hjá kvinnum er hækkaður upp í 84,7. Hann var 82,2 í 2005. Miðalaldurin hjá føroyskum mannfólkum er í dag 79,9. Í 2005 var hann 77,2.
Tað siga tøl frá Hagstovuni, ið eru almannakunngjørd í dag.
Ein av høvuðsorsøkunum, at vit liva longri í dag, er at nógv færri doyggja av hjarta- og æðrasjúkum, ið tók nógv fólk fyrr.
Í 2005/06 doyðu út við 90 mannfólk og 70 konufólk av hjarta- og æðrasjúkum. Tað talið er minkað við útvið 30 tilburðum um árið fyri bæði konufólk og mannfólk.
Krabbamein er eisini ein sjúku, ið tekur nógv fólk. Har er minkingin ikki eins stór sum í hjarta- og æðrasjúkum. Tað eru gott 10 færri tilburðir av krabbameini hjá mannfólki, ið krevur lív og nakrir fáir tilburðir hjá konufólki. Í 2004/05 fóru gott 60 mannfólk um árið til krabbamein og út við 50 konufólk.
Tølini frá Hagstovuni eru tikin í støði av árgangunum 2004/05 og 2014/15 og kunnu síggjast her.










