Miða móti marknaðarføring

Tekniskir studentar hava nú møguleika at læra seg at marknaðarføra fisk

Gunnhild Dahl Niclasen

Klaksvík:
Tá ið næmingarnir á Tekniska Skúla í Klaksvík byrjaðu aftur í skúlanum eftir summarferiuna, sluppu teir at royna eina nýggja og spennandi lærugrein ? Miðlar og Samskifti kallast hon.
Tað, sum miðlar og samskifti í høvuðsheitum snýr seg um, er at læra næmingar at lýsa og marknaðarføra eina vøru, har teir skulu royna at røkka einum málbólki við einum boðskapi, og hetta skal gera mun, so at meira verður selt av vøruni.
Miðlar og samskifti er ein lærugrein, sum eisini er at fáa á HTX skúlunum í Danmørk, og tá ætlanin var, at Tekniski Skúlin í Klaksvík - eisini kallaður Tekniski Studentaskúlin - skuldi bjóða sínum næmingum hesa vallærugreinina, hava lærararnir Linjón Jacobsen og Pól Laksafoss verið á vitjan á trimum skúlum í Danmark. Skúlin, sum teir valdu at samstarva við, var HTX í Odense, tí undirvísingin har líktist mest undirvísingini, sum ætlanirnar vóru, at føroysku næmingarnir skulu fáa.
Fyri at fáa lærugreinina at hóska inn í okkara samfelag eru lærararnir í samstarvi við Adrian Dalsá, sum er stjóri á Kósini, komnir ásamt um at knýta ein part av undirvísingini til fiskivinnuna, sum er okkara høvuðsvinna. Neyðugt er við fólki, ið dugir at selja fiskin til marknaðin í Evropa, og tá kemur samskifti inn í myndina. Tí er gott, at tekniski studentaskúlin leggur lunnar undir at fáa føroyska ungdómin áhugaðan í at duga at marknaðarføra fiskin, ið verður góðskaður í Føroyum, tí tað nyttar onki at duga hetta væl, um ongin veit, at vit duga væl at góðska fisk, sigur Pól Laksafoss.
Tekniski Skúlin í Klaksvík er einasti skúli í landinum, sum er farin undir at bjóða næmingum hesa lærugrein, tó hava aðrir skúlar í Føroyum onkra líknandi grein, men ongin av teimum er líka málrættað ella hevur líka nógvar undirvísingartímar um vikuna í hesi lærugrein sum Tekniski Skúlin í Klaksvík. Eitt annað, sum eisini ger, at lærugreinin ikki líkist øðrum, er, at hon er meira tøknilig, við tað at næmingarnir sjálvir sleppa at royna hesi ymisku evnini, teir læra um, ígjøgnum verkætlanir.
Miðlar og samskifti kemur undir lærugreinina tøkni, sum fyllir ein stóran part av tímatalvuni hjá tekniskum studentum. Í tøkni verða fleiri verkætlanir gjørdar um árið. Tá ið gingið verður á seinasta ári, vanliga kallað HT-3, er tøknilærugreinin komin upp á A-stig, og tá skulu næmingarnir velja eina deild, har teir skulu húsast ellivu tímar um vikuna. Áðrenn miðlar og samskifti eisini gjørdist ein valmøguleiki, vóru fýra deildar at velja í, og tær vóru timbur, el, maskin og prosess.
Lærugreinin er ætlað bæði nýggju og eldru næmingunum á skúlanum. HT-1 næmingar kunnu velja at hava lærugreinina á C-stigi, HT-2 næmingar hava ikki nakra ávísa deild, men kunnu ístaðin velja at gera verkætlanir á deildini miðlar og samskifti ella á einum av hinum áðurnevndu fýra deildunum.

Ársætlan gjørd
Ein ársætlan er gjørd fyri árið hjá HT-3 næmingunum, sum hava miðlar og samskifti. Í hesi ársætlan er nógv spennandi á skránni, teir skulu m.a. gera fýra verkætlanir, ið skulu snúgva seg um prentaðar miðlar, margmiðlar (multimedia), loftmiðlar, og síðst í skúlaárinum skal ein próvtøkuverkætlan gerast. Eisini skulu næmingarnir royna seg við lýsingum.
Í løtuni snýr undirvísingin seg mest um at læra at nýta tey ymisku telduforritini, nevnast kunnu illustrator, photoshop, quark og 3D, sum seinni verða hent at duga, tá farið verður at gera verkætlanir.
Hølið, sum undirvíst verður í, er í Gamla Tekniska Skúla, ið er settur í stand bæði uttan og innan. Skúlastovan er ljós, rúmlig og høgt er til loftið. Teldurnar og borðini, ið arbeitt verður á, er nýtt, borðini eru gjørd á skúlanum til sama endamál (hesi hava skúlavørðirnir Theodor og Sørmund gjørt), so sigast kann ikki annað, enn at umstøðurnar at undirvísa í nýggju lærugreinini eru avbera góðar.
Elin Højgaard og Ulrik í Hjøllum, sum eru HT-3 næmingar, hava valt at hava miðlar og samskifti á A-stigi, og tey væl nøgd við undirvísingina, sum tey higartil hava fingið, og mest gleða tey seg til at gera lýsingar. Alt hetta er enn nýtt fyri báðar næmingarnar, og tí vita tey ikki rættiliga, hvat tað fer at føra til, men bæði meina, at undirvísinigin tykist frí og spennandi.