Tað gjørdist dreingjabólkurin Lighthouse X sum fór við sigrinum til ársins danska Melodi Grand Prix. Teir sleppa tískil at umboða Danmark í European Song Contest sum verður seinni í ár.
Tað lá ikki í kortunum, at ein dreingjabólkur aftur í ár skuldi vinna kappingina. Fyrr í dag skrivaði in.fo um vinnaralíkindini, og tá vóru allar donsku veddingarheimasíður á einum máli um, at tað fór at vera Simone Egeriis ið vann kappingina.
Føroyska Kristel Lisberg luttók eisini í kvøld. Undan kappingini skrivaðu vit, at veddingartølini hjá føroyinginum sóu góð út, men hon var ikki millum topp trý.
Her kanst tú hoyra lagið, ið fór víðari í kvøld.