Føroyska samfelagið kann ikki vænta, at øll lesandi fara heim aftur eftir lesnað, um eingin trygd er fyri, at tey lesandi kunnu fáa inntøku hóast einki arbeiði er at fáa. Tað heldur MFS.
Nógv kjak hevur verið seinastu dagarnar um, at MFS - sum er Meginfelag Føroyskra Student - ynskir at fáa eina skipan upp í lag, sum tryggjar, at lesandi kunnu melda seg í onkra ALS líknandi skipan, um tey einki arbeiði fáa eftir loknan lesnað.
Men Birita í Dali, forkvinna í MFS í Keypmannahavn ivast ikki í, at tað er ein neyðug íløga, um lesandi uttanlands ikki skulu aftra seg at venda nøsina heimaftur til Føroya eftir loknan lesnað.
Í Danmark er ein A-kassa skipan, sum tey lesandi skulu melda seg inná 14 dagar áðrenn útbúgvingin er liðug. Soleiðis fáa tey eina trygd fyri, at tey hava onkra inntøku eftir at lestrarstuðul steðgar.
-Í Føroyum hava vit ikki eina tílíka skipan, og tað kann føra við sær, at summi aftra seg at koma heim til Føroya at leita sær eftir arbeiði. Sum nú er mugu tey, sum ikki fáa starv beinan vegin, dúva uppá familju og vinir, og tað er so als ikki lokkandi, staðfestir Birita í Dali.
Birita vísir á, at hetta er ein partur av størri trupulleikanum, sum føroyska samfelagið stríðist við nevniliga at fáa føroyingar aftur til Føroyar eftir lestrartíð uttanlands.
-Kanningin hjá Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi staðfestir, at jú fleiri ár lesandi eru í Danmark ella aðrastaðni, jú minni sannlík er tað, at tey flyta heim aftur. Um summi lesandi halda sær aftur at fara heim til Føroyar orsaka av vantandi inntøkugrundarlagið, so er hetta ein gyltur møguleiki, heldur Birita í Dali.
Hon vísir á, at MFS ikki hevur læst seg fastan á, at ein slík skipan skal gerast umvegis ALS. MFS vil við hesum royna at fáa eitt samskifti í lag við føroyskar myndugleikar.
-Verður loysnin innan núverandi ALS skipan, so vita vit í MFS væl, at vit ikki hava goldið til ALS, meðan vit hava lisið uttanfyri Føroyar. Fáa vit harafturímóti eitt arbeiði í Føroyum eftir at hava verið í ALS eitt tíðarskeið, so gjalda vit tað innaftur yvir eitt longri tíðarskeið bæði til ALS og til tað føroyska samfelagið. Annars kann tað jú henda, at summi ikki flyta heimaftur, og tá er meira tapt enn vunnið, heldur Birita í Dali.
Sum er rindar landið lestrarstuðul, ÚSUN stuðul, ferðastuðul og líknandi til stuðulsskipanir. Men Birita í Dali og MFS halda ikki, at tey grenja, tá ið tey seta fram hendan trupulleikan.
-Vit síggja ikki hetta sum grenjut krøv. Vit síggja tað sum eina íløgu í Føroya framtíð. Um so var, at landið fekk rokningina fyri alla okkara útbúgving og SU eisini, so hevði tað framvegis verið ein neyðug íløga í føroyska samfelagið ein íløga, sum onnur lond gleðiliga rinda, sigur Birita í Dali.