MFS vil hava lesandi við

MFS vil hava fleiri lesandi at koma við sínum ískoyti til tiltøk og fundir.

MFS, felagið fyri føroysk lesandi, arbeiðir ikki bert fyri at fáa fleiri og betri sømdir fyri tey lesandi í tí føroyska samfelagnum. Ætlanin er eisini at fáa tey lesandi at luttaka aktivt í MFS, við m.a. at vera við á tiltøkum, og siga sína hugsan um ymisk evni, ið eru uppi at venda.

MFS varð stovnað í Keypmannahavn, og hevur altíð havt eitt kontór í Føroyahúsinum, ið hevur verið høvuðskontórið hjá felagnum. Av tí at tað, seinastu árini, hava verið fleiri og fleiri lesandi heima í Føroyum, er hesin parturin fluttur heim til Føroya. Tó er tað enn ein nevnd í Keypmannahavn, ið er sera virkin.

- Keypmannanevndin hjá MFS er tann nevndin í MFS, ið er mest virkin, og hóast skrivistovan hjá MFS er flutt heim til Føroyar, so hendur nógv niðri í Keypmannahavn, sigur Marjun Lindarstein, forkvinna í Keypmannanevndini hjá MFS.

Umframt at skipa fyri árligu Ræstkjøtaveitsluni í februar, og Flaggdagshaldinum 25 apríl, so strembar Keypmannahavnarnevndin eftir at hava trý ymisk tiltøk til lesandi hvørja lestrarhálvu.

- Tiltøkini eru til tey lesandi, og tí royna vit altíð at hava evnir, ið vit halda serliga eru spennandi fyri lesandi, sigur Marjun.

Endamálið við tiltøkunum er ikki bert at arbeiða fyri betri sømdir til tey lesandi, ella at skapa sosiala samveru ímillum lesandi, men eisini at fáa tey lesandi at verða við, og nýta tað, ið tey læra undir lestnaði.

- vit royna ikki bert at fáa serfrøðingar á ymiskum økjum at hava orðið á tiltøkunum, men vilja eisini hava lesandi, ið eru undir lestnaði, ella júst eru liðug at lesa, at koma við sínum ískoyti, sigur Marjun.

Fyrsta tiltakið hjá Keypmannahavnarnevndinið hetta lestrarárið var í gjárkvøldið, um Skotsku fólkaatkvøðuna. Myndin til hesa greinina er frá tiltakinum í gjár, og sum sæst, so var tað væl vitjað.

 

Tað eru 15 limir í Keypmannanevndini hjá MFS, við Marjun Lindarstein sum forkvinnu, og Eirikur Sanderson sum næstformannið. Komandi týsdag verður aðalfundurin hjá nevndini í Føroyahúsinum, og á fundinum verður millum annað nýggj nevnd vald.