MFS tosar við Ung fyri Miðflokkin

Fríggjadagin fer MFS aftur at práta við eitt ungmannafelag. Hesaferð verður tað Ung fyri Miðflokkin. Higartil er prátað við Unga Sjálvstýri og Unga Tjóðveldi.

 

Hesuferð eru Ung Fyri Miðflokkin á skránni. Umboðini fyri UFM vera Rani A. Skaalum, næstformaður og Dánjal Mouritsson Joensen, nevndarlimur.

 

Prátið verður á seturskaféin á Hvonn kl. 15:30.

 

Práta verður um ung og útbúgving.

 

Lesandi fáa avsláttur á seturskafé, ið er frá kl 14 ? 17.

 

Hetta boðar MFS Føroya deild frá í dag.