Høvðusuppgávan hjá skrivstovuni verður at vegleiða lesandi á Fjóni í viðurskiftun viðvíkjandi lesnaði, skatti, føroyafrádrátti, ferðaískoyti, vallutøku í Føroyum o. a. Av øðrum uppgávum kann nevnast, at skrivstovan fer at taka sær av áhugamálum hjá føroyingum í Odense.
Upplagt er, at Føroyingar, ið ætla sær til Odense, venda sær til skrivstovuna, sum fegin vil svara spurningum viðvíkjandi Odense og lestnaði í Odense.










