MFS setir fokus á vitan

Vitan stendur av kjakfyrilestrum, har fokusøkið er vitan. Vitanarsamfelagið er framtíðin, og MFS vil vera við til at fremja vitanarsamfelagið í Føroyum. Hetta er annað árið, at Vitan er, og fokusøkið er aftur breitt í ár.

Vitan 2012 verður um millum annað “Íverksetan”, har Hans Fróði Hansen og Johan Fagradal fara at geva út av sínum royndum og ætlanum.

Annar spurningur, sum verður viðgjørdur á tiltakinum, er umstøðurnar hjá maskinmeistaraum og elektrikarum, sum fara uttanlands at arbeiða. Her fara Vinnuháskúlin og Føroya Handverksmeistarfelag at greiða frá.

- MFS bjóðar øllum áhugaðum at koma til Vitan 2012 at luttaka í einstakum ella fleiri fyrilestrum, sum verða í Østrøms Fabrikk, mikudagin hin 18. juli. Tiltakið byrjar klokkan 10. Vitan 2012 er ókeypis, og dyrnar eru opnar allan dagin. Møguleiki er fyri at síggja fyrilestrarnar frá í fjør á heimasíðuni hjá MFS ella á Youtube, sigur MFS í tíðindaskrivi.

Lagt verður aftrat, at eftir døgurðasteðg verður evnið “Akademia í Føroyum” viðgjørt. Hetta evnði verður tikið upp, tí serliga nógv kjak hevur verið um útbúgving og akademikarar.

- Vit vilja altíð virka fyri útbúgving í Føroyum, og vilja tískil eisini fáa greiðu á, hvussu støðan er í Føroyum.

BLF, felagið fyri Búskapar- og løgfrøðingar, fer at greiða frá støðuni í Føroyum. Erika Hayfield, sum hevur royndir í tí privata, og sum nú arbeiðir fyri Vinnumálaráði, kemur eisini at hugleiða.

Síðsti fyrilesturin er um, hvussu delfinir kunnu brúkast í viðgerð fyri børn við menningartarni.