Meginfelag Føroyskra Studenta hevur fingið nýggja nevnd.
Frá 1. oktober í ár hevði nevndin ikki longur verið fullmannað, eftir at tveir nevndarlimir hava sagt seg frá av útbúgvingarávum. Tiltakslimir eru til nevndina, men ráðið valdi at brúka høvið at fáa nýggj fólk í nevndina. Sambært lógini skal øll nevndin tá veljast av nýggjum, og úrslitið gjørdist, at einans forkvinnan heldur fram, meðan øll hini ábyrgdarøkini eru mannað við nýgjum fólki. Nevndin í MFS er nú henda:
Súsanna Jensen, forkvinna, Marjun Weyhe, næstforkvinna og skrivari, Hans Ellefsen, kassameistari, og William Simonsen, tiltakslimur.
Henda nevnd varð vald á ráðsfundi 13. september og fór til verka mest sum beinanvegin.