3. mars var árligi aðalfundurin hjá MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta) hildin í Århus.
Rákið seinastu árini hevur verið, at talið av føroyingum, sum velja at gera síni lestrarørindir uttanfyri Danmark er vaksandi.
Tískil hevur eitt av málunum hjá gamla ráðnum í MFS verið, at ráðið kemur at fevna breiðari landafrøðiligt, enn tað higartil hevur gjørt, og ikki minst at fáa lesandi í Føroyum at skipa seg undir MFS. Tí er tað at frøðast um, at nýggja ráðið í MFS er mannað við lesandi úr fýra ymiskum býum.
Vónin er, at hetta verður við til at MFS fer at røkka ein breiðari skara av lesandi, og eisini fer at geva føroysku myndugleikunum eina meira fleirlitta mynd av teimum lesandi og umstøðum teirra.
Vald inn í nýggja ráðið hjá MFS eru: Fía Lidenskov, forkvinna (Keypmannahavn),
Jákup Emil Hansen, næstformaður (Århus), Súsanna Husgaard Niclasen, kassameistari (Keypmannahavn), Malan Ludvig, skrivari (Keypmannahavn),
Cecilia Gjerding Rasmussen (Århus), Durita L. Jóansdóttir (Keypmannahavn),
Erla Petersen (Århus), Janus á Ryggi (Tórshavn), Katrin Sørensen (Keypmannahavn),
Rúna Jacobsen (Tórshavn), Torkil Ejdesgaard (Aberdeen). Tiltakslimir eru: Bergitta Dalsgaard Thomsen (Keypmannahavn), Hjørdis Klein (Keypmannahavn).