MFS í Keypmannahavn nógv á skránni

Í morgin fer fyrsta tiltakið hjá MFS Keypmannahavn av bakkastokki, og tvey tiltøk aftrat eru sett á skrá. 18. februar verður næsta tiltakið. Tá verður Heri á Rógvi gestarøðari, og hann fer at leggja fram sína ritgerð um Føroyar, sum dýrasta land í Evropa at liva í.

 

- Vit vænta, at nógv lesandi, serstakliga innan búskaparfrøði, eru áhugað í hesum tiltakinum, sigur Birita í Dali, forkvinna hjá MFS Keypmannahavn.

 

Og 18. mars verður hólmgonga millum Sjúrður Skaale og Flóvin Eidisgaard, har evnið verdur Føroyar og fólkaræði.

 

Umframt at skipa fyri tiltøkum, hevur MFS eitt ynski um at samstarva við miðnámsskúlanæmingar og lestrarvegleiðarar á miðnámsskúlunum.

 

-Tískil verður Pisan 2011 serliga rættað til miðnámsskúlanæmingar og ætlanin er, at umboð frá MFS fara út á miðnámsskúlarnar fyri at kunna og samstundis eisini vekja áhuga fyri okkara arbeiði, sigur Birita í Dali

 

-Samstundis er eftirspurningurin eisini stórur - í øllum førum í Keypmannahavn - eftir samansjóðing og hugnakvøldum fyri lesandi og hetta er avgjørt eitt økið, har vit eru noydd at gera eitt størri arbeiðið, greiður Birita í Dali frá.

 

-Og sjálvandi er hetta alt í samráð við endamál felagsins; MFS er eitt felag av lesandi fyri tey lesandi og vit arbeiða fyri tey lesandi; kjakfundir, politisk forum, vegleiðing og kunning, veitslur og arbeiða fyri málum, ið viðvíkja teim lesandi, sigur Birita í Dali.