30. apríl skipar MFS fyri snarskeiði í at skriva CV og starvsumsóknir. Tiltakið verður í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð. Undirvísari er Bergtóra Høgnadóttir, ið arbeiðir sum kveikjari hjá Arbeiðsloysisskipanini.
Nú summarið er í hondum, og tú fert at søkja summarstarv, fært tú ein gyltan møguleika at betra um førleikan at skriva CV og starvsumsóknir, so arbeiðsgevarin kanska velur júst teg til starvið.
Tað heldur MFS í øllum førum, og tí bjóða tey nú øllum lesandi á Setrinum og øðrum til eitt snarskeið í at skriva slíkar umsóknir.
-Um tú vilt hava dreyma summarstarvið, átti tú at sett tær tíð av til at vera hjá Østrøm mánadagin 30. apríl millum 16.00 og 17.00, siga fyrireikarar á Facebook síðuni.
Skeiði er ætlað lesandi á Setrinum, men onnur eru eisini vælkomin at luttaka.










